We Need Art 2026 hevur sett sín dám á veggir og býrarrúm ymsa staðni í kommununi og runt um í landinum. Aftanfyri verkini á veggunum eru eisini søgur, vit ikki kenna, hetta skrivar Tórshavnar kommuna.
Verk fyri verk fingu fólk innlit í søgurnar, tankarnar og hugleiðingarnar hjá listafólkunum, og hvussu tað var at arbeiða við list í føroyska býarrúminum - Eisini teimum meira óvæntaðu søgunum, sum ofta fylgja við, tá listin flytur út á veggirnar.
Elsa Berg, borgarstjóri, nýtti eisini høvi at siga nøkur orð.
- Listin er seinastu mánaðirnar flutt út úr teimum vanligu rammunum og inn í okkara gerandisdag. Hon er komin út á veggirnar, har vit øll kunnu síggja hana. Listin kann skapa samleika og gera býarrúm til nakað, vit minnast. Hon kann geva okkum nakað at tosa um og kanska fáa okkum at síggja býin við nýggjum eygum.
##med2##
Sum partur av kvøldinum varð eisini víst á nøkur av teimum verkunum, sum føroysk listafólk hava málað á plátur í býnum.
##med3##













