Seinnapartin spældu landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í CSM Bukarest dyst á útivølli í triðja umfarinum í bestu rumensku hondbóltsdeildini.
CSM Bukarest vann greiðan 30-21 sigur á CSM Târgu Jiu. Heimaliðið var betri við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var CSM Bukarest á odda 16-13.
Pernille fekk eina málroynd, og hon setti bóltin í netið tá. Í verjupartinum var hon noterað fyri at hava blokkerað tvey skot hjá mótstøðuliðnum.
CSM Bukarest er fremst í deildini við níggju stigum fyri tríggjar dystir. Í Rumenia geva tey trý stig fyri ein vunnan dyst.
Leygardagin klokkan 15 hevur CSM dyst á heimavølli í bólki A í Champions League. Mótstøðuliðið er Buducnost úr Montenegro, ið fyribils má klára seg uttan Súnu K. Hansen.











