KAPPRÓÐUR
Tað hevur eftir øllum at døma vakt miklan ans, síðani tað eftir norðoyastevnu varð nevnt á ítróttarsíðunu her í blaðnum, at H71 spælarar fyri tað nógva manna 8?mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag, Ørv, sum hevur verið so sera sannførandi higartil. Í hvussu so er, hevur tað fingið nógva umrøðu, at hoyvíkingar á henda hátt eru við í kappróðrinum.
Enn er einki kappróðrarfelag í Hoyvík, og tað hevur ikki eydnast at fingið nakað at vita um, at teir hava ítøkiligar ætlanir um at stovna kappróðrarfelag ella at gera kappróðrardeild í H71. Men hugsanin um at Hoyvíkin skuldi átt sítt egna 10?mannafar, Hoyvíkingin, og at hann skuldi tikið lut í FM kappingini, hevur leingi spøkt. Og nú tað hevur gingið so sera væl hjá H71 spælarunum umborð á Ørvi, er hetta prátið aftur komið undan kavi í Hoyvík.
? Okkara rógvarar eru við einum 8?mannafari, sum hoyrir til Havnar Róðrarfelag. Tað er hugaligt at vita, at teir standa seg væl. Men tað er ein sannroynd, at kappingin millum 8?mannaførini er, um tað verður sammett við fótbólt, ikki meiri enn 2. deild. Í fótbólti gongur tað fyri seg í 1. deild, og í kappróðri eru tað 10?mannaførini, sum tað snýr seg um. Bæði í bátastødd og ikki minst fyri samleikan hjá okkum í Hoyvík, hevði tað verið uppaftur hugaligari, um vit høvdu átt okkara egna 10?mannafar. Tað er tí, at hetta prátið aftur er komið fram, sigur ein hoyvíkingur, sum ynskir at vera ónevndur.
Skal nógv til
Halgir Dahl?Olsen er bátsformaður umborð á 8?mannafarinum Ørvi. Hann er ein av stuðlunum á hondbóltsliðnum hjá H71 í 1. deild, og hann hevur áður róð við Havnarbátinum. Tá ið vit biðja Halgir gera viðmerkingar til søguna, sum er nevnd omanfyri, er hann einki fyri tí. Men hann heldur ikki, at hetta er nakað, sum hevði kunnað verið til veruleika nú beinanvegin.
? Eg ivist ikki í, at tað hevði verið fíggjarligt grundarlag at latið eitt 10?mannafar smíðað. Hoyvíkingar eru áhugaðir í ítrótti, og teir taka undir við tí, sum gongur fyri seg í Hoyvík. Tað sæst eitt nú aftur í hondbóltinum. Men tað eru onnur viðurskifti, sum skuldu fingist upp á pláss, áðrenn tað yvirhøvur hevði verið rætt at arbeitt við at fáa 10?mannafar til vega.
Hvørji eru tey viðurskiftini?
? Tað eru viðurskiftini kring sjálvan kappróðurin. Eitt er at fáa ein bát smíðaðan. Men um t. d. H71 hevði gjørt av at luttaka í kappróðri, ella um eitt nýtt felag hevði verið stovnað, sum burturav skuldi fingist við kappróður, so hevði verið neyðugt við nýggjum fólki at tikið sær av rakstrinum. Tað ber ikki til at brúka nógva tíð og orku upp á venjing og kappróður og samstundis at hava ábyrgdina av felagsrakstri, at fáa neyst upp at standa, at syrgja fyri ferðingini og øllum hinum, sum skal til. Um hoyvíkingar nú høvdu latið 10?mannafar smíðað, so kvígi eg fyri, at tey somu høvdu staðið fyri øllum hesum uppgávunum, og so hevði tað verið so skjótt, at hugurin at venja og rógva hevði verið burtur, og tað er jú hetta, sum tað snýr seg um, heldur Halgir Dahl?Olsen.
Samleikin
Hoyvíkin er vorðin eitt tað størsta plássið í landinum. Har er felags skúli, ítróttarhøll, hondbóltsfelag og aðrir felagsskapir síggja so við og við dagsins ljós.
Upprunaliga var H71 eitt fótbóltsfelag. Dreingirnir spældu fótbólt á fløtuni niðri í Hoydølum, men talan gjørdist ongantíð um skipaðan fótbólt í landskappingunum. Har er tað framvegis soleiðis, at hoyvíkingar spæla í B36 og HB og kanska eisini í øðrum feløgum. Í hondbóltinum er tað øðrvísi, og síðani ítróttarhøllin kom, eru møguleikarnir hjá teimum mongu áhugaðu betraðir.
? Enn er samleikin í økinum ikki so kjølfestur. Í hvussu so er ikki hjá øllum. Hjá teimum, sum eru fødd og uppvaksin í Hoyvík, er eingin ivi um, at tey eru hoyvíkingar og ikki havnarfólk, og í hvussu so er hjá hesum hevði tað verið nógv hugaligari, um okkara kapprógvarar vóru umborð á okkara báti. Men tað eru nógvir tilflytarar úr Havnini. Nógvir teirra síggja framvegis seg sjálvar sum havnarfólk, og tað er einki at siga til tað. Men vit ivast ikki í, at hoyvíkssamleikin fer at styrkjast, sigur hoyvíkskeldan, sum ynskir at vera ónevnd.
Hoyvíkingar hava áður mannað onkrar kappróðrarbátar. Eitt nú hava dreingirnir okkurt árið verið við til at manna Beintu úr Miðvági. Umborð á 8?mannafarinum Ørvi hjá Havnar Róðrarfelag eru seks av níggju monnum úr H71. Fýra spældu hondbólt í 1. deild síðsta vetur, og tveir vóru á unglingaliðnum.
Veruleikin
Kappingin millum 10?mannaførini verður av róðrarfólkunum og eisini av øðrum, sum fylgja við, sammett við hana í 1. deild í fótbólti. Tí verður tað mett at vera heilt burturvið og sera óheppið fyri áhugan kring alt landið, at tað ikki tykist bera til at manna fleiri enn fýra 10?mannafør.
Ein stórur triðingur av fólkinum í Føroyum býr í høvuðsstaðnum. Tá ið tað tykist so torført at manna 10?mannafør kring landið ? eitt nú í Klaksvík og Suðuroy ? so kann tað væl hugsast, at um fleiri 10?mannafør skulu mannast, so verður tað í høvuðsstaðarøkinum, har áhugin fyri kappróðri er rættuliga stórur. Argjamenn hava viðhvørt tosað um at manna 10?mannafar, men higartil er hetta ikki vorðið til veruleika. Nú kann tað hugast, at hoyvíkingar fara at verða teir fyrstu at bjóða av. Undir øllum umstøðum hevði tað verið gott fyri kappingina, um fleiri høvdu verið um boðið í mest áhugaverdu kappingini enn bara fýra manningar. Einki er heldur at ivast í, at hesar manningarnar høvdu heilsa nýggjum kappingarneytum væl komnum, um teir so komu úr Hoyvík ella onkra aðra staðni frá.