Amerikanski læknin og smittuverjuserføðingurin, Anthony Fauci, ið verður roknaður sum hin fremsti í USA, sigur, at tað finst eingin vissa fyri, at nøkur koppseting móti korona-smittu verður klár til nýggjárs.
- Kortini eru granskarar varnir optimistar og hava eitt ávíst bjartskygni, tá ræður um virknaðin av einari nýggjari koppseting, segði smittuverjuserfrøðingurin, tá hann var til eina hoyring í kongressini í dag.
Anthony Fauci ávaraði eisini ímóti, at statir í USA halda fram við at linka korona-tiltøkini, samstundis sum talið av smittaðum við covid-19 framvegis veksur.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at fleiri enn 2.695.600 eru staðfest smittað í USA, og higartil eru út við 130.000 fólk í USA deyð av covid-19.