Hughes nýggjur QPR-venjari

Queens Park Rangers váttar, at Mark Hughes er settur sum nýggjur venjari við einum tvey og eitt hálvt ára sáttmála.

 

Walisin loysir Neil Warnock av, eftir at hann fekk sekkin sunnudagin.

 

Warnock leiddi annars Londonfelagið upp í Premier League seinasta kappingarár, men tvey stig í átta dystum fekk leiðsluna at missa tolið við Warnock, sum fekk sekkin eftir at liðið bert í seinastu minuttunum megnaði at javna móti Milton Keynes úr fjórðbestu deildini, tá liðini hittust í FA-cuppini.

 

Mark Hughes segði upp í Fulham í fjør summar, og hevur áður vant walisiska landsliðið, Blackburn Rovers og Manchester City.