Mark Hughes hevur tað ikki lætt sum venjari hjá Manchester City. Seinastu seks dystirnar, hevur City bert vunnið einaferð, og nú ganga søgur um, at leiðslan í City er um at missa áltið á venjaranum. Millum teir, sum eru nevndir sum møguligir avloysarar, eru Jose Mourinho og sonur Sir Alex Ferguson, Darren Ferguson. - Eg royni at skapa eitt gott fótbóltslið, og tað hendir ikki frá einum degi til annan, men vit verða noyddir at gera tað betur, sigur Mark Hughes, sum í summar var í Føroyum og spældi ímóti EB/Streymi.