Hugleiðing um at skriva

Hvussu skrivar ein rithøvundur? Hvat fær ferð á hugflogið og gongd á skrivingina á ein hátt, so úrslitið verður ein liðugur tekstur? Á Mentanarnáttini herfyri hevði rithøvundurin Lydia Didriksen hesa hugleiðing um at skriva


Eins og við skrivingini hjá Lydiu Didriksen, byrjaði eisini hendan hugleiðingin við eini mynd  hesuferð eini mynd á einum korti, Lydia fekk við postinum nú ein dagin.

Tað var okkurt løgið við hesi myndini, tí hóast eg hevði lagt hana frá mær, so sá eg hana framvegis fyri mær. Við eitt visti eg, hvat tað var, sum hugtók meg. Henda ljóshærda smágentan, sum lá fram eftir rommum, á eini træbrúgv ein summardag við tí eina í huganum  at kanna og avdúka tað, sum havið huldi, var sjálv ímyndin av barndóminum hjá okkum, sum vuksu upp Yviri við Strond í 60unum. 
Vit livdu úti  langt burtur frá gerandisdegnum hjá teimum vaksnu, óansæð um tað var summar ella vetur. Til summarið hoyrdi gummistivlar, glaskrukkur, blikk og spannir, og til veturin hoyrdi træskoytur, seinni ísskoytur, stýrisletur og sparkarar  tær longu brekkurnar oman ígjøgnum allan býin og tann rúkandi ferðin, keturnar av ýlandi børnum og ungdómum, Hoyvíkstjørn og ísurin.
Barnabøkurnar vóru fáar og høvdu sum so ongan týdning í okkara uppvøkstri. Harafturímóti var talan um eina serliga køksmentan - tað var í køkinum, at spennandi frásagnir vórðu sagdar, serliga minnist eg frásagnir um løgnar tilburðir á havinum, um skip, sum vóru gingin burtur og sóust aftur, um menn, sum vóru sligdnir út og vitjaðu aftur í hamferð. Hesar frásagnir  rúnarbundu okkum og megnaðu at flyta okkum burtur í aðrar heimar.

Sum ung vóru tað yrkingasøvnini, sum fingu meg at undrast, tí tað var í teimum, at orðini málaðu tær vakrastu og mest hugkveikjandi myndirnar.
Sjálv skrivaði eg eisini yrkingar  í rúgvuvís. Yrkingar, sum speglaðu  ræðuleikunum úti í heimi, sum upptók okkum so nógv. Eg skrivaði tær fyrst við hond og síðan á maskin. Eg savnaði tær saman í mappir, sum eg plantaði á hyllina. Har stóðu tær so og blomstraðu, og tað gera tær forrestin enn!
Sum frá leið kendi eg kortini yrkingakarmin ov trongan  tí tað, ið eg vildi siga, rúmaðist ikki longur í forminum. Í nøkur ár royndi eg ymsar leiðir, t.d. royndi eg at tekna, men manglandi førleikin forðaði mær at fáa tað fram, sum eg vildi. So keypti eg mær ein myndavev, og tað var stuttligt at arbeiða við, men eg megnaði ikki at lýsa tað, sum eg ynskti. So royndi eg broderigarnið, men tað segði alt tað sama.
Og av eini ella aðrari orsøk fór eg so at gera samklipsmyndir, og tá bar betri til. Eg fann landsløg, súmbolir, andlit og annað í bløðum og lýsingum og setti tað saman við pappíri og litum. Eitt nú brúkti eg brot úr kendum myndum, og við at seta hesi myndabrotini saman skaptust nýggjar myndir.
Tá ið eg hyggi eftir hesum samklipsmyndunum í dag, finni eg tær aftur í søgunum  tað er ein týðiligur parallellur. So helst er tað soleiðis, at myndirnar eru forleyparar, sagt í gásareygum, til søgurnar, sum eg síðani havi skrivað.

Miðskeiðis í 80unum kom ein gomul dreymamynd enn einaferð fram fyri meg. Ein leivd úr einum dreymi frá tí, at eg var um 13-14 ára gomul, sum onkusvegna ikki vildi gloymast. Tað var ein mynd um ódnarveður og havsneyð beint uttan fyri gamla molan her í Havn. Sjálvt í dag, góð 35 ár seinni, síggi eg myndina týðiliga fyri mær.
Tað, sum undraði meg, var, hví júst henda eina myndin varð standandi eftir. Eg royndi tí at kanna, hvørjar tankar og kenslur myndin nam við innan í mær fyri síðan at seta hana inn í ein  fyri meg  trúligan og áhugaverdan samanhang. Tá ið eg helt, at tað var eydnast mær at siga júst tað, sum eg vildi hava fram, var Frostrósan liðug. Eg hevði arbeitt við henni í 7 mánaðir, og á borðinum lógu tríggjar  maskinskrivaðar síður. Hon var tann fyrsta stuttsøgan, eg nakrantíð hevði skrivað, og við henni var eg komin eitt fet víðari. Eg hevði funnið ein nýggjan hóskandi karm til orðini og myndirnar, nevniliga ta stuttu søguna.
Ein felagsnevnari fyri mínar søgur er, at tær eru lutfalsliga stuttar og samansettar, tær eru allar skrivaðar umaftur og umaftur, inntil bara tað neyðuga stóð eftir. Tær flestu av teimum hava náttúruna og umhvørvið, sum eg vaks upp í her í Havnini, sum bakgrund. Tó so  aloftast verða tær kendu náttúrumyndirnar og -fyribrigdini flættað saman við tí ókenda og dulda fyri á tann hátt at boða frá og lýsa tað, sum rørir seg í persóninum, sum søgan snýr seg um.

Tað er helst ikki ov nógv sagt, at eg eri visuell burturav. Eg hugsi í myndum, lurti í myndum og minnist í myndum. Hugskotini til søgurnar fái eg úr  myndum, sum til dømis burturúr hasi dreymamyndini, ið Frostrósan byggir á. Men myndirnar kunnu eisini stava frá einum broti úr eini søgu, sum onkur fortelur mær, ella úr einum tilvildarligum andliti, sum eg síggi í eini fólkamongd.
Kanska snýr hetta - at fara inn í hesar løgnu myndirnar, sum onkusvegna festa røtur eins og ókrút  seg um at gera tað ókenda kent, at seta brot og leysir endar saman og skapa eina nýggja heild og á tann hátt royna at fáa innlit í tað burturbeinda.
Fyri mær er sjálv skrivingin umráðandi  tað er ein tilgongd, sum fær alt at hvørva  bæði meg sjálva og tíð og stað. Tað hendir tó meiri enn so, at meðan eg skrivi, fer søgan sínar egnu leiðir. Eg kann ikki temja tekstin meiri enn eitt vist. Ofta havi eg havt varhuga av, at jú meiri fastløgd søgugongdin er framman undan skrivingini, jú strævnari er tað at fáa søguna at makka rætt. Og tað hevur hent seg meiri enn eina og tvær ferðir, at eg havi verið noydd at givist við einum teksti í rúma tíð, tí hann ikki vil, sum eg vil. Stevið sampakkar ikki, tað, sum eg vil siga, er ósagt, og tað, sum kemur niður á pappírið, er betur ósagt.  Men tá ið eg so vendi aftur til søguna  kanska fleiri ár seinni  og fari afturumaftur, so ber til at fara víðari við skrivingini.

Hesi seinastu tíggju árini havi eg serliga tikist við at skriva undirvísingartilfar. Tað byrjaði við Kom og skriva-bókarøðini, og í løtuni arbeiði eg við lesibókarøðini Les til framhaldsdeildina. Mær dámar væl at arbeiða við undirvísingartilfari, tí tað bæði er analytiskt og skapandi, og aftrat tí kemur, at tú kanst djúpa teg. Í sambandi við bókarøðina Les havi eg fingið høvi at lesa stóran part av tí, ið er komið út á føroyskum, og tað meti eg at vera ein eykavinning fyri meg sum høvund. At lesa og greina tað, sum onnur hava skrivað, er umráðandi fyri menningina hjá einum, sum skrivar. Eitt er, at lesing og greining er spennandi og áhugavert, men tú fært samstundis eisini innlit og vitan.
Ivaleyst stavar hesin áhugin frá dansktfakinum á læraraskúlanum, tí tað var serliga her, eg fekk innlit í tekstin sum eina kompleksa eind. Lærarin var ótrúliga dugnaligur tekstlesari og hevði amboðini, sum kundu liða ein tekst sundur, so tú fekst eyga á allar teir einstaku partarnar, sum teksturin var settur saman av.
Hetta arbeiðið við tekstinum hugtók meg stórliga og ávirkaði meg ikki sørt. Tað gloppaði dyr, peikaði á samanhangir, sum eg fyrr ikki hevði gáað um, og lýsti ávirkan og sambond ímillum tann innara og ytra heimin, og eg haldi, at tað var ígjøgnum hetta tekstarbeiðið, at støðið undir mínari skriving varð lagt.

Tíðin er avmarkað, eins og orkan er tað, og inni í míni teldu liggur so mangt óliðugt og hálvtgjørt, og tað legst alla tíðina aftrat.
Men tann lítla gentan á træbrúnni, hon liggur framvegis fram eftir rommum og kagar niður í tað markleysa dýpið &