Nú fáa allir bindiklubbar høvi til at koma til ein hugnaligan felags bindiklubba í Ólastovu í Saltangará týskvøldið 30. oktober. Kvøldið verður skipað sum ein stórur bindiklubbur, har øll eru vælkomin við stokkum ella øðrum hondarbeiði.
Møguleiki verður at keypa bundin pløgg, tógv, patchwork og annað tilfar til hondarbeiði á staðnum. Hesir hondarbeiðshandlar eru við: Hjá Dianu, Tógv og Stokkar, Toy og Tógv, Tøting og Eysturoyar Heimavirki.
Á skránni er mótasýning við bundnum pløggum og Fuglafjarðar Heimavirkisfelag fer at siga frá um arbeiði, ið verður gjørt í Piddasa Handli og Ribarhús. Eisini verður servera við kaffi og dessert.
Kostnaður fyri kvøldið er kr. 35,- fyri hvønn. Tekning á Kunningarstovuni í Saltangará og í Fuglafirði á tlf. 449449 og 444860