Hugnakvøld í Casablanca og Rio Bravo

Leygarkvøldið fara Lena og Niclas at undirhalda í matstovuni Rio Bravo og í náttklubbanum Casablanca verður serligt summardiskotek. Ætlanin er at skipa fyri slíkum serligum tiltaki eina ferð um mánaðin

Jonhard Hammer


Leygarkvøldið 27. juni fara náttklubburin Casablanca og matstovan Rio Bravo at hava hugnakvøld. Leygarkvøldið verður eitt vanligt leygarkvøld í Rio Bravo, tú kanst keypa tær okkurt til matna. Tað, sum verður øðrvísi er, at tá ið matstovan vanliga letur aftur, verður skipað fyri hugnakvøldi. Til kl 03.00 kanst tú keypa lættar rættir og fáa okkurt at leska tær við. Undirhaldinum fara Lena Anderssen og Niclas Johannesen at standa fyri. Tey hava fyrr í ár givið út eina fløgu, sum kallast »long distanse«.

Fløgan er sera væl móttikin her á landi, og ein av ummælarunum skrivaði í bløðunum, at henda fløgan gav føroyska tónleikinum eitt spark frammeftir og ikki kann sigast annað, enn at hann hevur fingið rætt. Fløgan er spæld fleiri ferðir í tí størsta canadiska útvarpinum, nevnt Island Rock, so spennandi verður, um fløgan fer at selja í Canada.

Leygarkvøldið ber eisini til at keypa fløguna »long distanse« og fáa hana signeraða.

Niðri undir í Casablanca verður summar-discoteque, og har fer Magnus Zakariassen at spæla suðurlendskan tónleik, eitt nú lambada-samba- reagge, so tey dansiglaðu kunnu droyma seg suður í tey heitaru londini.

Í Casablanca hevur er seinastu tíðina farin fram ein minni umbygging. Fyri at fáa frískari inniluft hava teir keypt eitt nýtt ventilatiónsannlegg, sum skal bøta munandi um inniluftina.

At hava hugnaløtur í Casablanca og Rio Bravo fer at verða ein fastur táttur í framtíðini.

Ætlanin er at hava umleið eitt tiltak um mánaðin.