Hugsa ikki um steypið

Fokus er á lands­kapp­ingar­dyst­unum í morgin, meðan steypa­dystirnir mánadagin ikki fáa rúm fyrr­enn dagurin í morgin er liðugur

Í morgin er triðja umfar í lands­kappingini á skránni. Fyrra partin av vikuni hevur tað verið hvítt, og mánakvøldið vóru venj­ingar­nar í onkrum feløgum órógv­aðar av kava. Týskvøldið bilti ikki, og hóast tað ikki verð­ur fyrrenn fram ímóti viku­skift­inum, at tað verður lýggjari, so er tað einki, sum bendir á, at tað ikki fer at bera til at spæla fót­bólt Skírisdag.
Mánadagin er 1. umfar í steypa­kappingini á skránni, men í feløgunum verður í løt­uni lítið hugsað um ta av­bjóð­ingina.
B68 eigur 2. páskadag heima­vøll ímóti 07 Vestur. Pauli Poulsen, venjari á Toftum, sigur seg í løtuni hugsa lítið um tann dystin,.
– Vit fokusera á lands­kapp­ingar­dystin Skírisdag. Tað verður ikki fyrrenn tann dyst­urin er av, at vit fara at fyrireika okkum til steypadystin, sigur B68 venjarin, og soleiðis tykist hugburðurin av vera kring alt landið
Átta dystir eru á skránni mána­dagin í steypakappingini: B68-07 Vestur, Undrið FF-B71, ÍF-EB/Streymur, FC Suðuroy-Skála, TB-HB, Víkingur-B36, KÍ-NSÍ og AB-Giza/Hoyvík.