Hugsi, vit mangla miðlakritikk í Føroyum

Ítrótturin er forferdiliga gumpetungur í hesi prime time transmissión eitt leygarkvøld. Tað havi eg ikki hoyrt, sæð ella upplivað fyrr í Kringvarpinum. Tvørturímóti.

Hugsi, vit mangla miðlakritikk í Føroyum. Her er ein roynd, sum við støði í framúr sendingini «Hoydalar» hóskvøldið, roynir at bera saman við sendingini «Ítróttafagnaðurin 2025», sum varð send í Kringvarpinum í kvøld.

 

Ítrótturin er forferdiliga gumpetungur í hesi prime time transmissión eitt leygarkvøld. Tað havi eg ikki hoyrt, sæð ella upplivað fyrr í Kringvarpinum. Tvørturímóti.

 

Hóskvøldið var ein flott tónleikaproduktión í Kringvarpinum. Hendan, sum nú hevur koyrt við ítrótti í hálvan triðja tíma, er tað lægsta og vánaligasta eg havi sæð, ikki minst takkað verið fótbóltsvertinum suðuri í Sortudíki, sum har hevur tørv á at siga okkum, at hann hevur fingið nossini í klemmu í eini spandex drakt. Puff og øv at senda fólki eitt leygarkvøld.

 

Er tað stuttligt at hoyra, at ein havnamavir hevur fingið nossini í klemmu í eini føstulávintsrennidrakt í Havn, meðan hampafólk stása seg upp og hugna sær í Klaksvík? Púff, Tróndur, púff Kvf! So langt úti, at eg fái meg ikki…jú, hetta bleiv ov nógv, og mátti fáa nøkur orð á loggin.

 

Og fokking verturin í Havn, hann blívur við. Og nú er besta innslag móti endanum: sangarin Beinir!

 

Hvør hevur produserað hetta fyri KVF?

 

Uppafturtøka, sum gamaní er eitt av endamálunum í eini árligari yvirlitssending, men staku lutirnir eru eftir mínum frægastu fatanarevnum lítið samanhangandi og serstakliga langdrignir.

 

Lesið meira her: Kundi valla verið verri