Tað, at “Kyoto” nú eisini er komið í gildi vegna Føroyar, er ein vanlukkulig áminning um hvussu innilæsta og ørvitisliga kjakið um veðurlagsbroytingar er í fullfíggjaðum uppisetri við køldum skilvísi, men stúvstappað við kvasi-átrúnaðarligari fanatismu.
Sinnisrørslurnar bróta í bæði borð sum trúgvandi so oftani royna at devulsliggera, lítilsvirða og teppa hasi, ið finnast at lærusetningunum í umhvørvis-fundamentalismu.
Í Føroyum tykjast øll at stuðla einum frumskjali, ið á dularfullan hátt fer at bjarga okkum undan einum samanpentaðum armageddon. Stuðlarnir fevna líka frá løgtinginum og vanliga vísindagrundaðum stovnum til eina flóðaldu av romantiskum Gaia-verum. Sjálvt óheftir stovnar, sosum okkara almenna tónleikarás í Sortudíki, hava verið virknir luttakarir soleiðis sum teir við mikrofonhaldandi alski hava svølgt serliga hasa lítið virðiligu geylanina hjá Boga Hansen, havstreymsgranskara. (Tí at siga, at javnaðarsliga tíðindastovan hjá Jóhann Mortensen er partísk, er nevniliga at gera glæsiliga lítið av.)
Vit hoyra hesar ófrættaboðarar tosa um hvussu vit sita á eini tíðarstillaðari bumbu, men at “vit kanska kunna skáka okkum undan, um bert heimurin ger okkurt, og tað beinanvegin”.
Og opinberiliga nýtist okkum ikki at óttast, tí ein greið loysn er fyri hond: vit skula øll somul brúka nógv minni av øllum og soleiðis minka um útlátið av CO2! Faktiski kostnaðurin av slíkum minkingum verður treytaleyst kveistraður burtur av tí at “ein minking í CO2-útlátinum og framburður kunna fylgjast”. Og faktiska úrslitið vegna umhvørvið av hesum politikki, har tú roynir at minka teg niður fyri at fáa bilbukt við veðurlagsbroytingarnar, verður somuleiðis kveistrað burtur.
Har tykjast vera nógvar “grundgevingar” aftanfyri at samtykkja Kyoto. Ein snýr seg um hvussu týðandi tað er hjá bláoygdum hugsjónarfólki, at tey mótvegis verðini, ella Gaia, verða “sædd” at gera okkurt, meðan ein onnur um hvussu týðandi tað er hjá hesum ‘do-gooders’ at hava okkurt at flokkast um, og harvið prógva, at tey elska heimin mest.
Av hesum halda tey, at um vit nú bert blaka ein pengaposa eftir trupulleikanum—og nokkso orientalskt kalla hann Kyoto-frumskjalið—kunna vit framahldandi ferðast til Kreta at brúnka holdið, ella India at finna okkum sjálvi, skúgva Lomborgsa óndu ætlan um at granska og menna okkum út úr trupulleikanum til viks og, ja, annars krossa alt tað, ið krossast kann, meðan vit bíða.
Og bíða er júst tað, sum tey og vitonnur koma at gera. Tí hvat handa negativa atgongan til at loysa “alheimsupphiting” ger, er einans at seinka hasa upphitingina frá 2100 til 2106. Framúr úrslit fyri eina fucking asins rúgvu av pengum, má eg siga.
So alt skilvísi, øll vísindalig hugsing, tað kann alt samalt gera tað sama; tí við bíbliuni í hond fara bláoygdu hugsjónarfólkini at bjarga verðini undan eini veraldarvíðari upphiting... ja, tað skal so vera “við Kyoto í hond”, sjálvandi.
Fyri tveyhundrað árum síðani var vinstrivongurin annars ein ótrúliga skynsemislig rørsla—allar áskoðanir tóku støði í skynsemi. Vinstrivongurin fyri tveyhundrað árum síðani trúði upp á ensyklopediir, upp á óvikandi sannroyndir og sannleika og opið kjak; og tað, at tamarhald á hesum grundreglum førir til eitt betri samfelag.
Men síðani tá er vinstrivongurin fallin fyri romantikkinum og soleiðis vorðin kenslugrundaður. Hann heldur, at vit kunna gera alt samtíðis. Hann er vorðin dreymlyndur og veikur. Hann lenar seg at eini barbáriskari útgávu av islam, sum heldur sekularisering vera eitt “vesturlendskt fyribrigdi”. Hann trýr upp á mentanarligt fjølbroytni, sum góðtekur, at tú flensar kynsgøgnini hjá smágentum.
Ja, vinstravongurin trýr upp á “alternativan heilivág” og duldarspeki; at alt kann sáast iva um, og at USA er hin ræðuligasta kraftin til. Hetta er stórt spell, og tí er tað, at liberal stríðast fyri at skumpa verðina aftur til skynsemisstevnuna, sum er einskilaða grundin til materialismu—ella vælferð, um tú vilt.
So tá ið alheimsupphiting ikki er hin størsti trupulleikin, verðin stendur fyri, eiga vit at loysa hinar trupulleikarnar—HIV/AIDS, malaria, føðslutrot, skitið drekkivatn og, ikki at gloyma, handilsforðingar, rotinskap og ov fá fólkaræði—fyrst. Og, hvaðna betur, við at loysa hesar trupulleikar og sostatt ríka hin fátæka partin av verðini, minka vit eisini á nógv mest úrslitagóðan hátt um broytingarnar í veðurlagnum umframt at minka um avleiðingarnar av hesi opinberiliga óundankomandi upphiting.
Kortini hevur holistiski orðagjósturin frá trúboðandi hugsjónarfólki verið so ómetaligur, so einsíðaður og so út av lagi einfaldur, at sjálvt lóggevarar og embætisfólk eru farin at trúgva, at heimsins mest átrokandi og mest ógvusligasti trupulleiki er vakstrarhúsgass.
Liberalisturin, hinvegin, vísir á veruleikan og tørvin at raðfesta og hevdar, at fúli bróðurparturin av víðgongdu og kostnaðarmiklu átøkunum at hindra alheimsupphiting fer at kosta fleiri hundrað milliardir krónur. Hann hevdar, at átøkini eru grundað á kenslur heldur enn strangt vísindaligt ætl.
Copenhagen Consensus, eitt úrval av viðurkendum serfrøðingum frá øllum relevantum vísindagreinum, mælir nevniliga staðiliga frá at byrja við teim mest víðgongdu átøkunum, og heldur leggja høvuðsdentin á meiri hóttandi viðurskifti sosum skortandi fríhandil og alheimsliga vælferð.
Alt hetta kunna vit gera fyri ein brotpart av tí, hatta frumkenda frumskjalið kostar. Atgongan hjá Copenhagen Consensus hevði bjargað milliónum av núverandi menniskjalívum, og tað rættiliga skjótt.
Men onkursvegna hava Kyoto-blíðir fjølmiðlar fingið ta fatan, at ikki bert eru verðurlagsserfrøðingar bestir at uppdaga broytingar í veðurlagnum, men somuleiðis bestir at koma fram til eina loysn á trupulleikanum, enntá heildarloysn.
Og serliga við støði í hesum merkverdiga arbeiðssetningi hevur orðaskiftið um hvussu vit skula takkla veðurlagsbroytingar fullkomiliga kúgað skynsemisligan dialog og dripið virðismikið frávik. Hetta er mestsum stalinistiskur standur. Raðfesting, kostnaðarmetingar, effektivitetur—hetta eru ultimativ hugtøk í skynsemisligari hugsan. Hugtøkini eru eitt ‘must’ fyri øll á øllum økjum... bara ikki tá ið tað kemur til “Kyoto” og hvussu vit best takkla veðurlagsbroytingar.
Á síðsumri sendi Kringvarpið “Svik við upphitingini av jarðarknøttinum”. Henda helst veruleikareingjandi sending havnar frágreiðingini hjá IPCC: at veðurlagsbroytingar koma av mannaávum.
Men meðan flest okkara ypptu øksl, leyp Kyoto-fikserandi prædikumaðurin í havstreymsgransking framav sum hann, við Kyoto í hond, kom spelandi ímóti viðkvæmum kringvarpshyggjarum við garrvillari frelsu í huga. Men tað, at Ivan Niclasen letur føroyska kringvarpsgjaldaran síggja eina løgna og popputa heimildarsending, heimilar á ongan hátt slíka stívrenda øði, slíka avhølvan, sum hetta orakkulsvar til hvussu verðin skal raðfesta verðsins trupulleikar og takkla ein teirra, nevniliga veðurlagsbroytingar, kom við.
Bogi vildi hava Ivan at vísa handa minst líka veruleikaforbronglandi “Ein ólagaligur sannleiki” hjá Big Al fyri at “vísa báðar síður”, sjálvt um síðstnevndi ikki lá inni við honum. Aðramáta, hvat filmsvalinum hjá okkara staðbundna havstreymsgranskara viðvíkur, so hevdar jettflúgvandi Al Gore í besta umhvørvis-analfabetiska stíli, at heimshøvini fara at hækka við 600 sentimetrum, tá ið anti-kapitalistiska IPCC greiðir frá, at hækkingin verður knappar 39 sentimetrar—faktiskt tað sama, sum heimshøvini hækkaðu alla seinastu øld. Men hey, hvat eru stívir 5 og ein hálvur metur millum vinir!
Tað er ikki enn vissa fyri at vit vitna nokkso óvanligar veðurlagsbroytingar, eiheldur er tað vissa fyri, at hesar koma av mannaávum. Men við tað at møguligi kostnaðurin av einki at gera óivað verður ov stórur, er ein ørgrynna av veruliga viðurkendum vísindafólki og stovnsovastum—og ikki bert klimaserfrøðingum—sannførd um, at okkurt skal gerast so at takkla trupulleikan. Men í mun til umhvørvis-fundamentalistarnar, sum við “Kyoto” vilja viðgera ‘symptomið’, vilja skynsemisgrundaðu serfrøðingarnir heldur viðgera trupulleikan, sum er at granska og menna okkum út úr honum.
Hetta er bíligari og fríar eisini eina asins rúgvu av peningi til at loysa aðrar, týdningarmeiri og meiri hóttandi, trupulleikar. Pengar, sum altso Kyoto nú rennur avstað við.
Í vesturheiminum royna skikkað fólk at opna og skilbøta kenslugrundaða kjakið um veðurlagsbroytingar; hvussu vit best og á sinniligan hátt fáa bilbukt við trupulleikan og minka um avleiðingarnar av opinberiligu broytingunum.
Men tey vera av hesum somu grønu fanatikarum á órógvandi hátt kveistrað burtur og niðursáplað fyri alt annað enn hvat málið eginliga snýr seg um. Ein teirra var professari David Henderson, fyrrverandi OECD-ovasti fyri búskap og hagfrøði, ið dittaði sær at finnast at tí framferðarhátti, Kyoto leggur seg eftir.
Úrslit: frystur úti av teimum, ið inntil tá hildu hann halda tað sama sum tey. Síðani tá hevur hann, fullkomiliga heimilað, skírt Kyoto-rørsluna fyri “Global Salvationism”, sum til alla vanlukku sigur alt.