Hetta svarar til:
1 mió pr dag
7 mió pr viku
Ella 30 mió pr mðr
Bert fyri at lýsa, hvaussu stór hendan upphædd er.
Hugsið tykkum, hvat hesar inntøkur kundu verið nýttar til?
Yvirtikin mál
Hetta var tá skúlamál og forsorgarmál blivu yvirtikin pr. 1/1-2002.
Sera dýrt fyri landskassan
Hesin niðurskurður hevur higartil kostað landskassanum 3.233 mió. krónur, umframt fastfrystingina
Skerdar vælferðartænastur
Blokkniðurskurðurin rakar sera hart, og tað eru nógv, ið merkja avleiðingarnar av hesum niðurskurði, tí ógvusligar sparingar merkja skerdar vælferðartænastur, sum rakar øll, sum hava brúk fyri almennum tænastum.
Sum dømi kunnu nevnast nøkur øki:
Tey gomlu, tey sjúku, tey sum eru óhjálpin
Tey sum bera brek og teirra familjur
Tey einsamøllu, børn og ung
Soleiðis kundi eg blivið við at tikið fram økir, sum verða sera meint rakt av skilaeysum avgerðum, gjørdar í óðum verkum, uttan at hava nakra inntøku at seta inn í staðin.
Ábyrgdarleyst
Hetta er sera ábyrgdarleyst og orsøkin til at sparast má á øllum økjum í landinum við skerdari vælferð sum avleiðing.