Hvør eigur rættin til Føroya Lívstrygging? Føroyskir løntakarar ella Føroya Landsstýri vegna føroyskar tryggingartakarar? Hetta er tann stóri spurningurin, nú fimtan fakfeløg fyrireika eina stevning ímóti landsstýrinum. Fakfeløgini halda, at tað var ein ólóglig ognartøka, tá Føroya Lívstryggin varð umskipað til alment partafelag.
Málið snýr seg bæði um ein eftirlønarspurning, eina ognartøku og eina politiska framferð, sum kanska ikki var ílagi. Fakfeløgini halda fast upp á rættin til LÍV, tí fakfelagslimir eiga 80 prosent av teimum virðum, sum eru LÍV eigur, tí tað eru fyrst og fremst løntakarar, sum eiga lívs- og eftirlønartryggingarnar.
Hesum kunnu tey flestu vera samd um, hóast landsstýrismaðurin, sum tá sat, segði í útvarpssamrøðu, at hetta var landsstýrið tilvitandi um, og var við til at fremja eina umskipan, næstan vegna føroyska løntakaran. Eru vit samd um, at løntakararnir eiga virðini, so kunnu vit helst eisini taka undir við, at fakfeløgini ? í samstarvi við t.d. Tryggingarfelagið Føroyar ? fáa LÍV til keyps fyri einar 25 milliónir krónur.
Tað er sjálvandi, at fakfeløgini saman eiga sítt egna eftirlønartryggingarfelag. Tey vita, hvat er best og rættast fyri limirnar! Men tá tað er sagt, skal leggjast afturat, at tíverri hava fakfeløg, eins og tað almenna, m.a. tí semja ikki er fingin til eina veruliga loysn, verið eftirbátur, at tryggja øllum føroyskum løntakarum eina veruliga eftirløn. Eina eftirløn, sum partvíst varð grundað á eina samhaldsfasta skipan, og síðani við møguleikum fyri einsæris tryggingum.
Hin parturin í aktuella málinum er framferðin hjá landsstýrinum. Tað er longu eitt sindur síðani, at tað kom undan kavi, at landsstýrið legði ikki við eina løgfrøðiliga frágreiðing, tá Vinnumálastýrið legði uppskotið um tryggingarlóggávuna fyri løgtingið. Frágreiðingin gekk á tað borðið, at sjálvsognarfelagið Føroya Lívstryging var ogn hjá tryggingartakarunum.
Henda spurningin, hesa framferðina, skal Landsstýrismálanevndin kannað. M. a. við atliti til lóg um ábyrgd landsstýrismanna.
Hetta málið er annas aftur eitt dømi um, at stór mál skulu skundast ígjøgnum løgtingið. Tingið fekk bara stutta tíð at viðgera málið, og ein stutt viðgerð er ikki ein nóg dygg viðgerð. Hetta varð eisini orsøkin til, at Javnaðarflokkurin atkvøddi ímótiuppskotinum hjá landsstýrinum.