Neistin - VÍF 24-24 (11-17)
Sanniliga kundi tað kallast oddadystur í SMS-deildini á Hálsi í dag, tá ið Neistin á øðrum plássi, tók ímóti odddaliðinum, VÍF.
VÍF vantaði fýra stig av teimum fimm seinastu dystunum at tryggjað sær fremsta plássi, meðan Neistin er partur av harða stríðnum um hitt finaluplássi.
Tað var eisini oddaliðið, ið legði best fyri. Eftir færri enn tríggjar minuttir var støðan 0-4 til VÍF, men løtu seinni hevði Neistin javnað til 4-4.
Hetta bar boð um hvussu dystargongdin fór at verða, tí dysturin rullaði aftur og fram at onkur millum áskoðararnar helt fyri at fólk mundu fáa sjóverk.
Máltalvan undir dystinum talaði fyri seg, sum sæst niðanfyri, har vit hava nakrar útvaldur støður úr dystinum.
0-4 til VÍF
4-4
4-6 til VÍF
7-6 til Neistan
8-10 til VÍF
11-17 til VÍF
HÁLVLEIKUR
14-17 til VÍF
18-19 til VÍF
20-20
22-20 til Neistan
22-23 til VÍF
23-23
Við tveimum og einum hálvum minutti eftir at leika, legði VÍF seg á odda 23-24, og tá ið Viviann Petersen bjargaði í hinum endanum mundi dysturin koppa til Vestmannar.
Men hetta var ikki ein slíkur dystur. Í staðin fekk Neistin javnað við hálvum øðrum minutti eftir.
Tá ið júst ein minuttur restaði í, fekk VÍF ein risa møguleika at avgera dystin.
Durita C. Jojic skuldi skjóta brotskast, men Maja Dragoljubovic bjargaði væl. Bólturin stakk tó beint út aftur til toppskjúttan hjá VÍF, men so tók neistamálverjin enn eina risastóra bjarging fram. Og so var tað Neistin, ið kundi avgera við einum 45 sekundum eftir.
Hetta eydnaðist avbera illa, tí Neistin tveitt skjótt bóltin burtur, og VÍF hevði góða tíð at seta eitt seinasta álop upp.
Men Neistin bjargaði sær eina stigið við einari skilagóðari takkling, ið gjørdi at tíðin rann út og VÍF mátti royna seg við beinleiðis fríkasti. Hetta endaði í manngarðinum, og so var dysturin av, og liðini bæði fingu hvør sítt stig í skjáttuna