Hvítar strendur og spennandi frítíðarbýir

Nógv av ferðafólkunum, sum taka túrin til Aalborg, velja eisini at vitja aðrastaðir í Norðurjútlandi. Her eru ferðabýirnir við vesturstrondina sera góðir. Bæði Blokhus og Løkken hava túsundtals ferðandi um summarið, og frítíðarlundin, Fårup Sommerland, sum liggur ímillum býrinar, dregur eisini nógv fólk

Norðurjútland er eitt umráði, ið hevur nógv at bjóða ferðafólki. Ikki er neyðugt at fara longur enn til Danmarkar fyri at koma til tær vøkru, hvítu sandstrendurnar, og Norðurjútland hevur nógv at bjóða í so máta. Frá Hanstholm og heilt upp til frítíðarbýin Løkken er vesturstrondin klødd við sandi. Er veðrið til vildar við sól og hita, so eru hesar strendurnar als einki aftan fyri strendurnar í Suðureuropa.


Ferðabýir í Norðurjútlandi

Ferðafólk streyma eisini til umráðið kring hesar strendur, og lítlu býirnir, Løkken og Blokkhus, gerast stórbýir í summarmánaðunum. Eins og í teimum heitu londunum, so gera hesir býir alt fyri at nøkta tørvin hjá teimum ferðandi. Í Blokhus hava tey tey seinastu árini lagt doyin á at gera býin so attraktivan sum gjørligt fyri tey ferðandi. Miðbýurin, ið liggur nær við strondina, er nærum allar gjørdur av nýggjum, samstundis sum nøkur av teimum gomlu húsunum eru varðveitt og umbygd. Á sjálvum torginum stendur stór bovlinghøll, har ferðandi og onnur umframt at bovla eisini hava høvi at spæla onnur spøl. Í høllini er eisini ein sera góð matstova.

Býurin er hugnaligur við stórum torgi og nógvum handlum, kaffistovum og matstovum, og til ber umframt at bovla eisini at spæla minigolf og hugna sær í góða baðilandinum, sum er í Danland, mitt í býnum.

Eins og Blokkhus, so er Løkken eisini ferðamannabýurin burturav. Í býnum er alt, ið hugsast kann, bæði fyri barnafamiljuna, tey eldru og ungdómin. Býurin yðjur í lívi um summarið, og serliga hugnaligi miðbýurin setur sín dám á.


Faarup Summerland

Millum Blokhus og Løkken liggur kenda frítíðarlundin, Fårup Sommerland, við sínum mongu spennandi aktivitetsmøguleikum. Har er so at siga okkurt fyri allar aldursbólkar. Serliga børnini og tey ungu verða ikki við sviðu soð, fara tey at vitja í Fårup Sommerland. Har eru alskins hoppimadrassur og trampolinir, rutsjibanar bæði fyri tey, ið dáma hæddir og tey, ið ikki er so djørv. Har er spennandi vatnrutsjibanin Colorado River og nýggi rutsjubanin, Falken, ið hevur eina ferð upp á 70 km/t. Fyri tey, ið ikki eru til tað, sum fer skjótt, so er bæði eitt barnativoli og eitt stórt spælipláss til tey smáu, og fyri flestu børn man tað eisini vera bæði stuttligt og spennandi at royna seg í bananum, har tey skulu gjøgnum ymiskar forðingar.

Nakrar ferðir um dagin er ein sera áhugaverd framsýning við delfinum. Hetta er so avgjørt ein framsýning, ið er verd at vitja – ikki bert eina ferð, men hvørja ferð, tú vitjar Fårup Sommerland.

Í lundini eru hópin av ymiskum matstovum og kioskum, men nógv vitjandi velja at hava mat við sær, tí møguleiki er hjá øllum teimum vitjandi at grilla sjálv.


Vatnlandið – prikkurin yvir i’num

Umframt at vera eitt stórt spælipláss, so hevur Fårup Sommerland eisini eina stóra Aquapark, sum er uttandura. Aquaparkin er sera væl útgjørd við ymiskum hylum, bæði til tey stóru og smáu, men hevur eisini fleiri vatnrutsjibanar, bæði høgar og lágar.

Í aquaparkini er sera vakurt. Við hylarnar er pláss at leggja seg at sóla sær ella at hugna sær. Til ber eisini at seta seg á matstovuna á staðnum, ið hevur sera gott útsýni yvir vatnlandið.

Fårup Sommerland liggur uml. 60 km frá Aalborg, og bussamband er ímillum Aalborg og Fårup Sommerland fleiri ferðir um dagin.