Hvalbiarprestur fer frá

Av persónligum orsøkum hevur Andreas Andreasen sagt seg úr prestastarvinum í Hvalba. Um tríggjar mánaðar flyta prestahjúnini úr gamla prestagarðinum í Leirum, og væntandi fara tey at búseta seg í Aarhus, »Smilets By«. Uppsøgnin hevur sambært presti, als onki samband við ideologiska stríðið í føroysku fólkakirkjuni

Høgni Mohr


Tá aftur er hvítnað á Grímsfjalli í Hvalba, og fyrsta følvið legst á húsatekjurnar í bygdini, verður eftir øllum at døma tómt undir lonini í Leirum. Undir øllum umstøðum, eru Andreas Andreasen, prestur, og konan, farin. Allahalgannadag, hin 1. november, fer hann úr prestastarvinum í Hvalba, og væntandi flyta prestahjúnini Niður.


Fer kanska til skips

Tey eru fleiri, sum gita seg til, at stríðið í føroysku fólkakirjuni hevur kravt sítt fyrsta offur, men so er ikki, sambært hvalbiarpresti.

Avgerðin um at leggja kjóla og kraga til viks, er, um ikki tikin í skundi, so neyvan serliga gomul, og einasta, ið Andreas Andreasen vil siga um orsøkirnar, er, at tær eru persónligar. Og tað vera tær framhaldandi.

? Uppsøgnin hevur onki at gera við ósemjurnar í kirkjuni, og heldur ikki við vánaligu umstøðurnar her í Leirum. Einastu fólk, ið hava vitað um hetta, eru konan og familja mín annars, sigur Andreas Andreasen, sum onki annað starv hevur í væntu.

? Eg havi ikki ánilsi um, hvat eg fari at gera. Annað prestastarv fari eg ikki í fyribils. Kanska fari eg til skips?


Gott at Elsa kom

Skjótt fyrrverandi hvalbiarprestur dylur ikki fyri, at seinasta árið hevur verið strævið, og í hesum sambandi nevnir hann serliga tíðina eftir Hera Joensen, ið sum kunnugt nú stendur á prædikustólinum í Vesturkirkjuni í Havn.

? Eina tíð vóru vit tvinnir prestar, ið røktu trý embæti. Tað var strævið og trupult, men tá Elsa Funding kom til Vágs, gjørdist støðan aftur nógv betur, sigur Andreas Andreasen, og leggur dent á, at tað ikki er tí hann er strongdur, at hann sigur hvalbingum farvæl.

Las í Keypmannahavn

Andreas Andreasen er føddur 16. mai 1963 á Toftum, og er fimta av sjey systkum. Barnaskúlin var á Toftum í árunum 1970 - 1977, og av Toftum fór hann til Runavíkar at ganga í realskúla. Eftir lokna skúlagongd í 1980, var hann 2 ár til skips, men fór síðani á studentaskúla við Gøtugjógv, haðani hann fekk prógv í 1985.

Áðrenn hann fór á Fróðskaparsetrið at taka støðisútbúgving, arbeiddi hann fyrifallandi arbeiði, og var aftur onkran túr til sjós. Í 1988 fór hann undir guðfrøðislestur í Keypmannahavn, og tók prógv har í 1994. Prestastarvið í Hvalba fekk hann seint árið eftir, og hevur hann sostatt verið prestur í knøpp fýra ár, nú hann gevst.


Vildi boða Orðið

Mong kundu hildið, at hvalbiarprestur hevur kosið skeivt, tá hann valdi lívsstarv, men sjálvur sigur hann, at hesar gitingar eru eins skeivar og aðrar.

? Mær hevur dámt væl at verið prestur. Stóran part av lívinum havi eg lisið guðfrøði, við tí fyri eyga at sleppa at boða Guðs Orð sum prestur. Hetta er kanska ikki so løgið, tí eg eri uppvaksin í einum kirkjuligum heimi, og vit gingu sjálvi í kirkju, hvønn sunnudag. Harumframt hevur sosiala virksemið, sum gerningurin eisini fatar um, havt stóran týdning fyri meg, sigur Andreas Andreasen, sum hevur alt hitt besta at bera sóknarbørnum sínum, hvalbingunum.

? Hvalbingar hava verið fittir, tað er púra vist, og eg havi funnið trivnað her í bygdini?


Royndur sjómaður

Kanska fer Andreas Andreasen seinni aftur í prestastarv, hóast hann í løtuni ikki veit, hvørja kós, hann fer at stinga. Tað er ikki ósannlíkt, at hann fyribils fer onkran túr skips, tí á sjónum hevur hann mangan brattan farið. Hann hevur fiskað undir Íslandi og í Eystursjónum, men einamest undir Føroyum.

? Eg havi verið við fleiri bátum á landleiðini, onkrum trolara og serliga havi eg róð út. Skipini, eg havi verið við, eru mong. Stapin, Maskot, Jógvan Norði, Aldubáran, Ørvur og Randi. Útróðrarbátarnir hava verið Glúpur, Oyrasker og Sjóløvan, allir av Toftur, sigur hvalbiarprestur, og skoytir uppí, at hann ongantíð hevur verið bangin fyri at taka eitt tørn?


Vera Niðri eina tíð

Tað dylist ikki fyri, at torført er at fáa prestar í Suðuroynna, og hin, sambært arbeiðseftirlitinum, skroypiligi prestagarðurin í Leirum, ger ikki støðuna betur. Nú arbeiðseftirlitið er komið uppí leikin, noyðast myndugleikarnir kortini at bøta um viðurskiftini; men tá eru prestahjúnini óivað longu farin av bygdini og niður til »Smilets By«.

Hvussu longi, prestahjúnini fara at dvøljast á Flatlondum, hevur ikki eydnast at fingið uppspurt, men sum skilst er talan um eitt áramál.