Johan Samuelsen hevði í mánadagsblaðnum viðmerkingar og atfinningar mótvegis Gallup og Tjóðveldisflokkinum, í einum lesarabrævi hann kallaði júst Gallup og Tjóðveldisflokkurin.
Hann segði millum annað soleiðis:
Men hyggja vit eftir, hvussu spurningarnir eru orðaðir, og hvat teir merkja í veruleikanum, so er talan ikki so greið, sum Høgni mælir fyri munni! Hesin spurningur merkir onki annað enn loysing frá Danmark...Hví verður ikki spurt av Gallup, um tú vilt loysing ella samband...Ikki so frægt, at Tjóðveldið torir at spyrja um fullveldi.
Og Helgi Abrahamsen segði millum annað soleiðis:
Tað undrar meg til dømis, at hóast kanningin er gjørd í samband við at 60 ár eru liðin síðani fólkaatkvøðuna, so fáa vit einki at vita um, hvat fólk siga um spurningin um samband/loysing...Í staðin fyri at fáa henda spurningin lýstan, verða aðrir torskildir spurningar, sum fólk ikki hava so sterka meining um, brúktir til at geva eina ábending um, at føroyingar helst vilja hava loysing. Ja, Tjóðveldisflokkurin og Gallup fara so langt sum at pástanda, at 60% av veljarum Sambandsfloksins vilja hava loysing frá Danmark. Her burdi onkur klokka farið at ringt (í hvussu so er hjá Gallup). Og her er tað at eg havi hug at spyrja, um Gallup hevur selt sítt trúvirði, segði Helgi Abrahamsen.