Hvassi snýtti favorittarnar

Eftir fleiri góð avrik eydnaðist tað oyrabátinum at troðka seg framum Blik og Frúnna, sum liggja stavn um stavn í FM kappingini


Tað er lagt upp til sanna finalu á Ólavsøku. Blikur av Argjum og Frúgvin úr Miðvági liggja púrasta stavn um stavn í FM kappingini. Tann av hesum báðum bátunum, sum fer at koma fyrri á mál í síðsta FM róðrinum fyri gentur, verður FM vinnari. Tann fremri av hesum báðum bátunum fer at vinna FM uttan mun til, um ein ella fleiri ella kanska eingin annar kemur fyrri á mál, enn tann fyrri av hesum báðum.
                      Men tað var hvørki Blikur ella Frúgvin, sum flestu eyguni fylgdu eftir róðurin í Sandavági. Heldur var tað nýggi báturin av Oyri, Hvassi, sum var áhugaverdast. Genturnar úr Sundalagnum og av Eiði, sum manna Hvassa, hava í fleiri av undanfarnu kappingunum verið frammi í oddinum. Hesa ferð eydnaðist tað teimum fyri fyrstu ferð í ár at vinna.
                      Hvassi fekk góðan start, og hann helt sær frammi í oddinum alla tíðina. Blikur fekk eisini hampuliga góðan start, meðan tað ikki hilnaðist so væl á fyrsta teininum hjá Frúnni. Í endaspurtinum var Hvassi tað mesta av einari bátslongd frammanfyri Blik, sum aftur var tað mesta av einari bátslongd frammanfyri Frúnna, ið kom væl við á síðsta teininum.
                      Hvassi er fjórði vinnarin í hesi kappingini í ár. Frammanundan hava Frúgvin (2), Blikur (2) og Havfrúgvin (1) vunnið. At Hvassi, sum er nýggjur bátur, skuldi vinna í hvussu so er ein róður, mundi fáur gruna á Norðoyastevnu. Tá varð Hvassi aftastur, tí báturin hekk fastur í startinum. Síðani hevur støðugt gingið rætta vegin.
Hvassi var tvær ferðir nummar fimm, og tá ið tær vóru næstfremstar bæði í Eystanstevnu og á Fjarðastevnu, tá ið tær bara vóru eitt sekund frá fyrsta plássinum, lá tað í luftini, at tað kundi eydnast at vinna, hóast Blikur og Frúgvin vóru favorittar.
                      Tríggjar av manningini eru av Eiði, og hinar eru frá Norðskála og av Oyrabakka.
 
 
 
Úrslit  5-mannafør gentur
1 Hvassi 05:13.15
2 Blikur 05:15.03
3 Frúgvin 05:17.03
4 Havfrúgvin 05:17.17
5 Drekin 05:17.21
6 Firvaldur 05:21.10
7 Ørnin 05:23.13
8 Dúgvan 05:31.24
9 Sílið 05:34.00