Hvat er aðalendamálið?

At fáa kensluliga tørvin á nationalum stoltleika nøktaðan ella at gera tað, ið best er fyri Føroya fólk?

Fyrst og fremst ynski eg at takka Hanus Samró fyri eina góða og konstruktiva viðmerking. Eg taki kritikkin til mín.
Uttan at ógilda omanfyristandandi tøkk, má eg staðfesta, at ein misskiljing er komin fyri - orsakað av ógreiðu orðing míni.
Samró skrivar: ”Við at ákæra ungdómin fyri líkasælu, tí tey hava eina aðra áskoðan, er at sýna teimum óvirðing”.
Hetta hevur ongantíð verið mín ætlan, og eg havi als ongan hug at finnast at ungum, ið hava eina aðra politiska meining enn eg.

Tørvur á øllum áskoðanum
Tvørturímóti haldi eg, at tað er tørvur á øllum áskoðanum, og at tað er sera týdningarmikið, at allar politisku áskoðanir sleppa framat í røttum tíma: tað er tørvur á køldum og kensluleysum kapitalistum, ið bert hugsa um búskapin í landinum, og tað er tørvur á teimum, ið leggja dent á tey bleytu virðini – tey sosialu málini, mentan, mál osfr. - mál, ið møguliga ikki altíð eru til frama fyri búskapin í landinum.
Og tann fakligi parturin av politikki má snúgva seg um at fáa javnvág í tey ymisku virðini. So tað er tørvur á øllum.
Tað, ið lá aftanfyri míni orð, er tí ikki, at eg ynski at finnast at øðrum, ið ikki hava somu meining sum eg. Fyri hesum má eg biða um umbering fyri ógreiða orðing.

Tjóðveldistankin talar til kenslur
Mín boðskapur er heldur hesin:
Tjóðveldistankin talar fyrst og fremst til kenslurnar hjá hvørjum einstakum føroyingi – okkara nationalismu. Og út frá míni ferðan í ungdómsumhvørvinum havi eg fingið ta fatan, at ein sera stórur partur av ungdóminum ókritiskt fylgir nationalismuni í teirra politisku áskoðan. Eg meti hetta vera sera, sera vandamikið, men um tað er teirra raðfesting, so mugu tey sjálvandi hava loyvi til tað - í navninum av tí heilaga fólkaræðinum.
Men so er tað fyri mær, sum aðalmálið hjá okkum ungu ikki er, hvat er best fyri Føroyar og fyri Føroya fólk.
Aðalmálið er heldur at fáa nøktaðan ein tørv fyri stoltleika - okkara nationalistiska stoltleika.
Nationalistiskar kenslur ikki best fyri land og fólk
Hetta er sera vandamikð – og tað er týdningarmikið, at vit ungu, sum møguliga eru mest útsett fyri kensluligari villleiðing, eru kritiskt yvirfyri hesum kenslum.
Mín egna niðurstøða er tí, at Tjóðveldi í størsta mun byggir á farligar, nationalistiskar kenslur – kenslur, ið ikki taka atlit til, hvat er best fyri landsins fólk.
Eg havi enntá verið so ósmæðin at kalla tað ábyrgdarleyst – um tað er satt ella ikki, má eg lata upp til lesaran at meta um – men lati mína meining hervið vera sagda.