Hvat fanin skalt tú í álopinum

HB-liðskiparin var ikki blíður, tá Vagnur Mohr Mortensen droppaði verjuskyldurnar í eini seinastu roynd at avgera FM. Ein avgerð, sum tó vísti seg at vera skilagóð, og eftir dystin mátti liðskiparin eisini flenna at hendingini

Fótbóltur

Við 1-0 málinum eftir góðum 87 minuttinum í Gundadali varð Vagnur Mohr Mortensen meira enn nakar dagsins HB’ari. Tað málið sendi HB á FM-kós, og tað punkteraði helst eisini tí allar seinastu vónina hjá ÍF, sum eftir hetta noyddist longur fram. Nakað sum eisini avleiddi 2-0 málið hjá Rógva Jacobsen í yvirtíðini.

Gamal áleypari
Tað at skjóta mál er nú ikki nakað fremmant hjá Vagni. Stóran part av yngru árunum var hann áleypari – saman við Jón Róa Jacobsen – men eins og javnaldurin í AaB hevur vaksnamannatilveran fyri tað mesta bjóða upp á sess í verjuni.
Men hvussu bar tað til, at hann móti dystarenda satsaði alt og fór niðaneftir?
- Vit skulu jú skora, men tað sá einki serligt út. Longu eftir 70 minuttum spurdi eg Krzyztof, um eg ikki skuldi fara niðan, so vit kundu trýsta enn meira, men hann bað meg bíða.
- Men tá vit so hoyrdu, at KÍ hevði skorað, vistu vit, at nú máttu vit av álvara satsa. Hesa ferð játtaði venjarin eisini, men tað vóru nú ikki allir, sum vóru so glaðir: »Hvat fanin skalt tú í álopinum«, geylaði Janus eftir mær, tá eg fór niðan. Men eg haldi, at hann fekk svarið ein minutt seinni, sigur Vagnur stórflennandi.
Og í skiftirúminum eftir dystin mátti liðformaðurin hjá HB eisini koma við lítlari umbering til liðfelagan.

Málverjin átti sín lut
Um málið segði Vagnur annars, at hetta var nokk meira enn ein lítil kiksari frá Andras Gango í ÍF-málinum.
- Ikki spyrja meg, hví hann kom rennandi soleiðis út. Men hann seldi í øllum førum seg sjálvan, og tí visti eg, at eg bara skuldi lyfta bóltin við høvdinum. Og tað eydnaðist tíbetur.
Og vart tú tá vísur í, at tit vóru meistarar?
- Ja. Eg ivaðist onga løtu, og tá Rógvi so skoraði, varð tað ein staðfesting. Faktiskt helt eg, at dómarin hevði blást av tá, tí øll tustu jú inn á vøllin. Har var tó ein lítil minuttur eftir, men so kundi veitslan av álvara byrja, segði ein ovurfegin Vagnur.


Fakta um Vagn
Navn:Vagnur Mohr Mortensen
Føddur:10. februar 1983
Fyrsti dystur:19. seprember 199 (HB-ÍF 4-0)
Landskappingardystir:68/9 mál
Steypadystir:30/2
EC-dystir:6/0
Landsdystir:3/0
Meistari:2 ferðir (2004, 2006)
Steypavinnari:1 ferð (2004)