Formaðurin í Róðrarfelagnum Knørrur, Sjúrður Gullbein, er onki undantak. Hann hevur sín egna framferðarhátt. Og mátin hann hevur valt at arbeiða uppá er at seta treytir, seta krøv, spilla út og niðurgera. At takka fyri ta hjálp og tann stuðul kommunan veitir bæði Róðrarfelagnum Knørri og øllum øðrum ítróttarfeløgum í kommununi liggur eftir øllum at døma Sjúrða Gullbein ógvuliga fjart.
Lesarabrævið hjá Sjúrða Gullbein í Dimmalætting hin 13. august 2007 er eitt talandi dømi um ókonstruktiva støði á samskiftinum hjá formannin í Róðrarfelagnum Knørrur við Tórshavnar kommunu. Júst tí at nevnda lesarabræv í veruleikanum bert er gor og gall, er ikki orsøk til at gera viðmerkingar til tað. Tó eru so nógv ósannindi og reingjan av málinum í tí, ið Sjúrður Gullbein ber fram, at eg meti tað rætt at koma við nøkrum rættleiðingum. Ikki ber tó til at endurgeva alt tilfar í málinum, men tey ið vilja kunnu fáa innlit í skjølini í málinum.
Eitt sum eyðkennir framferðarháttin hjá Sjúrða Gullbein er, at tá hann fær eitt svar sum ikki hóvar honum, so sær hann burtur frá svarinum, heldur enn at fyrihalda seg realistiskt til, hvat ber til og hvat ikki ber til.
Tórshavnar kommuna hevur arbeitt við nógvum uppskotum fyri at útvega Róðrarfelagnum Knørri møguleikar at byggja sær hóskandi felagshølir.
Gongdin í málinum
Gongdin í málinum er í stuttum hendan. Málið byrjaði, tá Róðrarfelagið Knørrur í 2001 søkti um at leiga neyst frá kommununi Úti undir Bakka. Hóast at kommunan upplýsti felagnum, at umrøddu neyst vóru útleigað og ikki tøk, var svarið ikki tikið til eftirtektar, og ein lítið konstruktiv brævskriving helt fram um hesi neyst í eina tíð.
Müllersneystið er varveitingarvert
Í 2002 sendi felagið síðani umsøkn um at kunna ríva neystið har felagið í dag heldur til niður – sonevnda Müllersneysti - og byggja eitt munandi størri neyst á hesum stað. Bygningurin var tó alt ov stórur í mun til matrikulin, og byggjast mátti útum mark til fleiri síður, umframt uppeftir. Byggi- og býarskipanarnevndin avgjørdi tá at kannað, um tað bar til at byggja ein minni bygning har. Seinni komu broyttar tekningar, har tað tó framvegis var bygt útum mark. Á fundi 21. juni 2004 avgjørdi Byggi- og býarskipanarnevndin at senda málið til hoyringar hjá Føroya Fornminnissavnið, eftir at býarsavnsvørðurin hevði ávíst at neystið hevði søguligt virði. Í skrivi frá 22. okt. 2004 boðaði Føroya Fornminnissavn frá, at teir mettu neystið varðveitingarvert, og at neysti er partur av einum størri áhugaverdum umhvørvi í havnini, sosum Skeiva Pakkhús, Müllers Pakkhús, Fabrikkin hjá Ørstrøm, høgu kai og lágu kai. Hetta fakliga grundaða tilmæli tók Róðrarfelagið Knørrur tó ikki til eftirtektar.
Søgdu nei til loysn í 2005
Í apríl 2005 var eitt nýtt uppskot lagt fyri Byggi- og býarskipanarnevndina, um at vísa á eitt øki nærhendis Havnar Róðrarfelag. Málið kom so mikið langt, at kommunan var sinnað at tillaga byggisamtyktina fyri økið, men í einum skrivi frá Róðrarfelagnum Knørrur dagfest 20. sept. 2005, trektu teir í land og vístu ikki vilja til at byggja nærhendis Havnar Róðrarfelag. Í staðin vendu teir aftur til bygging við sonevnda Müllersneysti.
Søgdu nei til loysn í 2006
Hin 4. des. 2006 boðaði Tórshavnar kommuna fleiri feløgum við tilknýti til frítiðarvirksemi á sjónum, herundir Róðrarfelagið Knørrur, Bjargingarfelagið, Froskmannafelagið o.fl. til fundar at vita, um tey vóru áhugað í at fáa hølir í Roykivirkinum í Álakeri, um kommunan keypti bygningin til slíkt endamál. Øll feløgini tóku móti hesum møguleika við opnum ørmum undantikið Róðrarfelagið Knørrur. Á fundinum hevði Sjúrður Gullbein eftir øllum at døma ta fatan, at teir gjørdu kommununi eina tænastau tá hann spurdi ”…hvat kunnu tit bjóða…”. Longu seinni sama dag svaraði Sjúrður Gullbein skrivliga aftur soleiðis ”…Nevnd felagsins hevur nú viðgjørt málið og skal boða frá, at tó at vit halda hetta vera vælmeinta gerð, so hóskar staðið als ikki til virksemi okkara, og taka vit tískil ikki av hesum tilboði…” . Ongin saklig grundgeving kom tó uppá spurning frá kommununi um, hvussu teir kundu klára seg við einum lítlum nýggjum bygningi har verandi neyst stendur, tá teir á fundinum um Álaker søgdu at teimum tørvaði 6-800 fermetrar.
Kommunan hevði 15. jan. 2007 enn ein fund við umboð fyri Róðrarfelagð Knørr um málið. Úrslitið av hesum fundi var, at kommunan fekk eitt skriv 18. jan. 2007 við 10 treytaleysum krøvum frá Róðrarfelagnum, sum nú ikki bert vildi hava stóran part av Roykivirkinum í Álakeri, men eisini sonevnda Müllersneystið. Hetta var ein milt sagt løgin støða, at eitt felag søkir um hjálp, men setir stórar treytir fyri at taka ímóti hjálp. Málið datt tó niðurfyri, tá ein meiriluti í býráðnum feldi uppskotið um at keypa Roykivirki í Álakeri til frítíðarvirksemi við tilknýti til sjógvin.
Onki jørðsamband
Hin 06. mars 2007 bað Sjúrður Gullbein um fund við borgarstjóran og umsitingina, har hann bað um, at borgarstjórin legði málið um at keypa Skeiva Pakkhúsið fyri býráðið aftur, eftir at býráðið stutt frammandunan hevði felt málið, og at Róðrarfelagið Knørrur so skuldi fáa 2 av 3 hæddum. At Sjúrður Gullbein kom við einum slíkum uppskotið fekk ein at spyrja seg sjálvan, um maðurin fullkomiliga hevur mist jørðsambandið. Kommunan roynir eftir førimuni at stuðla ítróttarfeløgum so rættvíst í mun til stødd og annað sum til ber, men kommunan kann ikki fara at keypa ognir at forera ávísum feløgum – uttan mun til hvussu ágangandi tey eru.
Kommunan arbeiðir við at ávísa egnað øki
Hin 30. mars 2007 fekk formaður felagsins eina neyva útgreining frá teknisku umsiting kommununar um, hvat ber til og hvat ikki ber til við sonevnda Müllersneysti, innanfyri karmarnar á byggisamtyktini. Málið var síðani viðgjørt á fundi í Byggi- og býarskipanarnevndini fáar dagar seinni, og niðurstøðan var, at ætlaða byggingin snøgt sagt ikki ber til. Talan kom at verða um so munandi frávik bæði viðv. stødd, bygging útum mark, manglandi parkeringsplássum o.s.fr., at tað fer langt útum tær heimildir, sum kommunan hevur at geva frávik. Tí avgjørdi Byggi- og býarskipanarnevndin, at umsitingin skuldi arbeiða víðari við at finnað annað hóskandi øki. Samstundis játtaði kommunan, at veita Róðrarfelagnum eina fyribils hjálp við at ganga umsøkn um tíðaravmarkaða setan av bingjum á Skálatrøð til bátar, umframt at avtala varð gjørd við Tórshavnar havn, um at læna róðrarfelagnum eitt neyst í Álakeri, sum Tórshavnar havn júst tá hevði tøkt.
Sjúrður Gullbein er fleiri ferðir vorðin kunnaður munnliga um at hugt verður eftir at gera økið uttanfyri Havnar Róðrarfelag til eitt trivnaðarøkið við tilknýti til sjógvin. Bátahylur skal eftir ætlan gerast har um ikki so nógv ár, og hetta er tí ein uppløgd staðseting til slíkt virksemi. Hetta krevur tó broyting av byggisamtyktini og nakað av lendi skal útvegast frá ognarum á staðnum, sum umsitingin nú fer at mæla býráðnum til.
Men sum sagt, liggur tað at takka fyri ta hjálp og tann stuðul kommunan veitir eftir øllum at døma Sjúrða Gullbein ógvuliga fjart. Í staðin heldur hann eftir øllum at døma, at jú fleiri atfinningum hann kemur við og tess fleiri krøv hann setur kommununi, jú betur formaður er hann. Lesarabrævi í Dimmalætting hin 13. august 2007 er dømi um hetta. Og hóast Sjúrður Gullbein hevur fingið eina nágreinliga, fakliga grundgivna frágreiðing um, at tað ber ikki til at byggja tað teir vilja við sonevnda Müllersneystið, so skrivar hann í lesarabrævinum, sum um hann onki svar hevur fingið. Enn einaferð gevur hetta orsøk til at spyrja, um har er nakað jørðsamband.
Sjúrður Gullbein kann ikki fáa serviðgerð
Tórshavnar kommuna brúkar á hvørjum ári nógvan pening til m.a. at stuðla ítróttarfeløgum. Roynt verður at gera tað so rættvíst sum til ber, og samstundis at taka atlit til hvussu ymsu feløgini vanliga útvega sær sínar inntøkur gjøgnum tiltøk o.a. Men kommunan kann ongantíð loyva sær at fara útum sínar heimildir í byggisamtyktini, bert tí at okkrum felagi ikki dámar niðurstøðurnar.
Hvat vil Sjúrður Gullbein
Sjúrður Gullbein má gera upp við seg sjálvan og tað felag hann umboðar, hvat hann vil. Vil hann brúka sína orku uppá at klandrast um órealistiskar loysnir, ja so er hann vælkomin til tað, men tá kemur onki nýtiligt burturúr. Vil hann hinvegin nýta orkuna konstruktivt uppá at finna fram til eina framtíðarloysn fyri Róðrarfelagið Knørrur, so má ein annar hugburður til.
Míni ráð til Sjúrða Gullbein skulu tí verða, at leggja á annan bógv, og heldur saman við kommununi gloyma allar órealistiskar loysnir og arbeiða konstruktivt fram móti at útvega økið til felagið at byggja á, tí framferðarháttur tín higartil førir ikki til nakað.