Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum í Sunda kommunu, sum í ár verða 11. – 20. september.
- Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp 2026, siga tey í kommununi í dag.
Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt, og hvussu man metir, at hetta er til gagns fyri borgarnar í kommununi.
- Uppskotini skulu sendast til [email protected] innan á middegi hósdagin 27. august, og uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir.
Tað verður trivnaðarnevndin í kommununi, sum fer at viðgera uppskotini, og nevndin tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomin uppskot - ella ikki at velja nakað av teimum.
Tey, sum áður hava fingið herðaklappið frá Sunda kommunu, eru:
2025 Gudrun Joensen
2024 Niels Petersen
2023 Magnus á Stongum
2022 Stakkurin
2021 Sofus Debes Johannesen
2019 Andrass Midjord
2018 Edmund Joensen
2017 Leguhúsið í Nesvík
2016 Hósvíkar Róðrarfelag
2015 Nicolina av Kamarinum
2014 Johannes Johannesen
2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík
2012 Asfinn Sigvardsen
2011 Esmar Dahl










