Eitt farmaskip í Reyðahavinum er rakt av einum ókendum luti. Í minsta lagi tvey sjófólk hava latið lív, og onnur eru løstað.
Tað veit bretska tryggingarfelagið, Vanguard, at siga.
Sambært felagnum lótu tvey sjófólk úr ávikavist Pakistan og Indonesia lív, og fýra onnur - tríggir pakistanar og ein indonesari – fingu løstir.
Sum skilst, eru tað houti'arar í Jemen, sum standa aftanfyri álopið á farmaskipið, og uppreistrarbólkurin verður stuðlaður úr Iran.
Bjargingartænastan í Jemen sigur, at tað eydnaðist teimum at bjarga restini av manningini á farmaskipinum, veit tv2.no at siga í dag.










