Leivur Hansen ger í Sosialinum 8.jan. viðmerkingar til atfinningar mínar, um ósømiliga atburð hansara mótvegis TKST undir verkfallinum, ið felagið noyddist at lýsa, tá býráðið breyt nýggja sáttmálan, ið býráðsformaðurin hevði gjørt við løntakarafelagið.
Í viðmerkingum sínum skrivar Leivur Hansen í fyrsta teigi :
»Trupulleikin var góðkennismyndugleikin Føroya Landsstýri, sum samb. Kommunulógini §47 skal góðkenna m.a. lønarviðurskifti.«
Átti at vita
hvat stendur
í kommunulógini
Nei, Leivur, trupulleikin var, at tú gjørdi ein sáttmála uttan at tryggja tær, at góðkenningarmyndugleikin, var samdur við tær. Leivur fær tað at ljóða, sum um tað at Landsstýrið hevur góðkenningarmyndugleika í lønarviðurskiftum er nakað nýtt. Men tað er púra burtur við, og Kommunulógina áttu tú og tín ráðgeving at havt kunnað tykkum um, men sum skrivað, so hevði Leivur ikki sítt bakland í lagi, og tað er trupulleikin, og verkfallið hevði als einki við Føroya Landsstýri at gera.
Ósømiligt
Men tað, sum fekk meg at fara í bløðini, var ósømiligi atburðurin hjá einum fólkavaldum býráðsformanni, tá hann legði eftir nevndarlimunum og vildi persónliga ábyrgda teir fyri verkfallið. Býráðsformaðurin skrivar at
»?samb. ráðgeving, samtykti býráðið - um so var, at verkfallið ikki var niðurlagt - at gera persónliga ábyrgd galdandi yvirfyri nevndarlimunum?«
Skulkar seg undan ábyrgd
Nei, nú skulkar tú teg undan uppskoti tínum at ábyrgda nevndarlimirnar. Ráðgevingin skal ráðgeva politikaranum og ikki taka avgerðir, men sambært tí tú skrivar, so fari eg at trúgva tí, sum oftari og oftari er at hoyra, at í Tórshavnar býráð er trupult at skilja ímillum um tað er politikkarin ella ráðgevin, ið bestemmar.
Freisting ella manipulatión
Í míni verð snýr málið seg um moral og ikki um ráðgeving. Uppskot títt var als ikki borðbart í einum fólkaræðisligum landi. Sjálvandi skulu vit øll handla undir ábyrgd, og tá eitt fakfelag lýsir verkfall fyri limir sínar, so hevur felagið ábyrgdina. Hetta virða øll demokratiskt hugsandi fólk uttan at leggja eftir persónunum, ið eru nevndarlimir í fakfeløgunum. Slíkt er als ikki borðbart í býráðnum, og enn minni áttu umboð fyri fólkaræðið, hvørki at lata seg freista ella at verða »manipulerað« at samtykkja tað og enn minni at leggja uppskotið fram.
Kom við eini umbering
Eg meini framvegis, at tú Leivur Hansen, býráðsformaður, skyldar nevnd og limunum í TKST eina umbering, og at ábyrgda tey røttu, og í tí sambandi kundi verði hugt eftir, hvussu nógv sakarmál býráðið hevur tapt seinnu árini.
Tú segði, tá nýggja samgongan var skipað, at høvuðsmunurin á hesi samgonguni og teirri undanfarnu var, at hendan fór at lurta eftir borgarunum, men tað tykist mær, sum alt samskifti við borgaran gongur gjøgnum Føroya rætt.