Í kvøld byrjar Champions League av álvara, tá helmingurin av fyrsta umfari í bólkaspælinum verður spælt. Átta dystir verða í kvøld, meðan átta dystir verða í annaðkvøld.
Les eisini: Champions League aftur á Anfield
Hóast langt er á mál til vit finna vinnaran av Champions League hetta kappingarárið, so hava veddingarfyritøkurnar longu sett navn á favorittarnar til at vinna kappingina.
Størstur favorittur er Real Madrid, sum í summar vann kappingina fyri 10. ferð. Tað er eisini met. Næstir teimum koma týsku meistararnir úr Bayern Munchen. Síðani arvefíggindarnir úr Barcelona. Síðani kemur Chelsea, sum hevur fingið eina framúr byrjan upp á kappingarárið í Premier League.
Hesi verða øll mett sum at hava stóran møguleika at vinna Champions League, meðan feløg sum Manchester City, PSG, Atletico Madrid, Liverpool, Arsenal, Borussia Dortmund og Juventus eru í einum bólki, sum hann bjóða av í oddinum.
Av hesum, so hava Borussia Dortmund og Atletico Madrid verið í Champions League finaluni farnu tvey árini.
Flestar pengar fært tú, um tú tippar NK Maribor úr Slovenia, Malmo IF úr Svøríki ella Ludogorets Razgrad úr Bulgari at vinna.
Hvør er tín favorittur at vinna Champions League?