Hvussu kunna intelligent fólk nýta "alternativan heilivág"?

Síðsta summar, í einum kaffihúsi mitt í Hackney, las eg um ein lítlan riðil av evangelistum frá Tennessee. Í fyrstani tók eg mær ikki tykni av mánaðarritinum, men avgjørdi so at blaða í tí sum eg kortini skuldi bíða nakrar minuttir eftir suppuni??alternativið? var, minnist eg, at halda á at gløa at eini eiggiligari damu soleiðis umleið "klokkan ellivu" frá har eg sat. Tó, líkleikin til damuna, mína, avgjørdi málið: "Les nú mánaðarritið, góði. Les!"
Helst av misgáum kom eg fram á eina grein um, ja, "lætnan" á hin evangeliska mátan, hugsi eg, eg best kann lýsa innihaldið. Í sjálvari greinini greiddi nakrir ørvitisfiskar frá at, jú-jú, at teir ætlaðu sær til Manhattan at luttaka á árliga flokstinginum hjá republikanar-unum "because the President is doing the Lord?s work in Washington".
Ikki óvæntað royndi eg at halda ímóti væl fatiligu innantrongdini at, eftiransandi, langa høvdið í tallerkin við áleikandi ætlanini at drukna í karrisuppuni, sum eg jú hevði biðið um, og sum var komin, alt ov tíðliga.
Men knappliga varð eg leiddur frá teirri víðgongdu skræpu tá ið eg, sum eg skimmaði tekstin, gjørdist varugur við at ein teirra, umframt nýkristiliga bíbliusøgu, sjálvandi, var órógvandi trásettur av eini bók kallað What Would Jesus Eat?
"Oh, it?s the best way to lose weight", segði hon blaðmanninum frá. "You should try it. It?s simple. You eat what Jesus ate, and the Holy Spirit works through you and sends your fat to Heaven". Eg havi síðani kannað bókina, sum hevur ? vísir tað seg ? selt meira enn tvær milliónir eintøk. Høvundurin, Don Colbert, brosar blídliga á baksíðuni og upplýsir at "Jesus wants YOU to be thin".
Nakað aftaná segði eg so einum vinfólki frá um "tilburðin", um hvat eg hevði lisið, og ? sum vera man ? smáflentu vit at óvísindaligu pátrúgvini hjá amerikanskum bønarfólki. Síðani kveitti hon at armbandsurinum og, kvikliga, savnaði síni ting. "Eg verði noydd at fara", segði hon, "annars komi eg ov seint til homopati-avtaluna".
Halló? Um tú telist millum teir mongu føroyingarnar, ið nýta "alternativan heilivág" ? og tí kanska eisini samsekur í einum føroyskum innflutningsvirði av Alka-Mine á gott og væl eina hálva millión krónur í donskum gjaldoyra, og tað bara fyri 2003 ? kanst tú ikki halda gekkarnar og teirra "Jesus-klænkan" fyri gjøldur.
Um tú veruliga hevur latið teg billað inn at 180 posar av Sango-korallum kunna lekja krabba, hevur tú ikki bara frásagt tær rættin at flenna at "hvussu heilagi andin kann arbeiða seg ígjøgnum teg og senda feittið til Himmals", men kveistrað burtur heilivágaídnaðin og, tessvegna, ?materialismuna? og upplýsingartíðina. Har er nevniliga ikki meira vísindaligt prógv fyri alternativari viðgerð, ið nú tekur hornapláss í alt ov nógvum handlum, eisini apotekum, enn fyri Jesus-klænkanini. Ein og hvør homopatur og seljari, sum roynur at yvirtala teg at keypa "kinesiskan" heilivág, er á leið líka vísindaliga virðiligur sum Don Colbert.
Orsøkin til at vit hava hug at halda Eat-Fish-For-Jesus-ætlanina fyri spott, er tí at hon blandar saman tvey fyribrigdi: vísindi, sum er grundað á kanningar, ið kunna mátast, og "andi", sum er grundaður á heilaspuna ella ímyndan og sjálvssvik ella gykl. Hetta gongur javnfjart við náttúruheilivágs- og, serstakliga, kostískoytisídnaðin, har náttúruheilivágur í besta føri er "dokumenterað húsráð".
Evangelistarnir eru sannførdir um at heilagi andin kann arbeiða seg ígjøgnum vombina; tey, ið gera sær dælt av "fyrndargomlum kinesiskum heilivági", grunda jú teirra "viðgerðir" á ein gátuføran orkufloym kallaður "Qi", sum hvørki medisin ella lívfrøði kann uppdaga.
Hvar er munurin? Í báðum førum er talan um óvísindaliga samanpentan. Kortini, so standa aðramáta intelligent fólk í skellilátri, tá ið eg sigi teimum frá Jesus-klænkanini, fyri síðani at fara eitt rend inn til gandalæknan at fáa eina óvísindaliga "urtaviðgerð", har indiskir álvar og kinesiskir vættrar fáa loyvi at dansa á svára rygginum.
Verjarnir hjá "alternativum heilivági", harímillum prinsurin av Wales?hasin vísindaligi analfabeturin?siga, at tað er "ein andalig leking, ið viðger, ið fer við øllum menniskjanum og tess samband við kosmos", sett upp ímóti "ísakaldari, rationalistiskari vísund". Men, har er líka ein trupulleiki: teirra viðgerð er ? eins og Jesus-klænkanin ? ein absurd lygn.
Journalisturin, John Diamond ? tá ið hann, ímóti sínum vilja, lá til at doyggja ? bjóðaði sær at lata £10.000 til vælgerð, vald av bretska krúnprinsinum, um hann kundi lata honum so mikið sum eitt másasligt prógv fyri hansara hevdan, at "alternativar viðgerðir kunna lekja krabbasjúklingar".
Sambært greinini "A Review of the Incorporation of Complementary and Alternative Medicine" brúka eitt stað millum triði og annar hvør vaksin í framkomnum londum okkurt slag av "alternativum heilivági". Men kanska er tað ikki so løgið, kanska átti lutfallið ikki komið óvart á okkum?les hetta: "Alka-Mine er ikki bara ein av so nógvum tilboðum av kostískoytum, men er onki minni enn ein kollvelting [...] Tað óhepna er, at apotekaralógin loyvir ikki at ein slík vøra verður lýst at skula gagna heilsuliga, so ella so og tí kann tað ikki gerast her. Men tað er einumhvørjum frítt fyri at fáa sær nærri kunnleika gjøgnum ein hóp av vitnisfrágreiðingum sum kunnu fást her sum SkilaKeyp heldur til, umframt tær á síðuni "Fólk siga?"."
Fyrraárið, í 2003, vóru 578 kilo av hesum virðisleysa "heilivági" flutt inn til Føroyar (svarandi til eitt virði á DKK 557.061,-). Nú havi eg aldri lisið handilsskap, men tú innflytur væntandi við sølu í hyggju.
Og, trín inn, Olga Hentze. Tí frú Hentze er nevniliga, sambært sær sjálvum, útbúgvin føðsluviðgeri. Hvørt hon er ein teirra, ið knoskin roynir at selja posar av Sango-korallum til medføroyingar, tað veit eg ikki. Men hetta er so tað, hon sigur: "I was looking forward to come to the Faroes and offer my help to people who like to have help like that". Frálíkt, í sjálvum sær, men "that" merkir "alternativur heilivágur". So, ikki so frálíkt allíkavæl. Tað sagt, so tykist hon mær vælmeinandi, at hon "vil væl"; men, vælmeinandi ella ei, úrslitið er tað sama??she?s a con?!
At so er, at talan ikki bert er um "fordómar" hjá einum illum, hálvvaksnum drongi, kunna fylgjandi úttalilsi vitna um: "Almost every sickness that exists in the Faroes could be treated from herbs that is growing locally ..."; "natura-medicin, that I am practising, can basically help any problem ..."; "... this is all up to you; your health is in your hands. Nobody else. No doctors. No medicine. No pills. Your health is up to you [] if you have cancer, if your doctors give up on you... if YOU give up on yourself, that?s when you?ve lost your life ... you still can live if you are ready to fight for your life."
Píka sjey! Og eg sum helt at tú doyði av krabba, tí at krabbamein er ein deyðilig sjúka. So mamma doyði ikki av bróstkrabba, men tí at hon ikki var "ready to fight for her life". Hmmm, ókey meðni, har hava tit tað so: tað var slettis ikki illvøksturin, men vantandi "positiviteturin", ið syrgdi fyri at hasin stólurin fyri endan av borðinum nú er tómur.
Men føðsluviðgerarin hevur eisini eina meira bókstavliga loysn: "Most herbs are growing in the Faroes and the nature is so wise [] most problems, people develope at that particular area, will be possible to cure by just turning to the nature, turning to what available; just try there in your garden!"
Ja, ja, har sært tú, tað er bara at fara út í havan, finna persillubeðið og, innafturkomin í hitan, stappa tað í kjaftin áttanda hvønn tíma ímeðan tú vendur eystureftir, sjálvandi, og, ikki at gloyma, "STAY POSITIVE"!
Mín andstøða at "alternativum heilivági" hevur so avgjørt einki við "bangilsi", "átrúnað", "pátrúgv" ella "kunnleikamangul" at gera, men alt við vísindagrundaðan kunnleika, og helst eisini upplýsingartíðina, at gera.
Hin navnfrægi Richard Dawkins, ein tann mest framúrskarandi vísindamaðurin, ja, í verðini, greiðir frá hví, sambært allýsing, "alternativur heilivágur" ikki riggar?og, trúgv mær, hann er ikki á nakran hátt "keyptur" av ella í lummanum hjá nøkrum heilivágsvirki. "If a particular alternative treatment can be shown before a panel of qualified doctors to work, then it isn?t called "alternative" any more. It?s just medicine. "Alternative" is another word for "ineffective", sigur hann.
Men, Gud náði meg, hvørja ferð eg geri fólk varan við hetta, kemur øðin í fólki bóltandi fram: "Men eg var ?kureraður? av angaviðgerð/akupunktur/slanguolju, og gubbi mín doyði ikki innan 1 ár, sum tey á Ríkishospitalinum søgdu, fyrst aftaná eitt-og-eitt-hálvt-ár, so, ?stik den?!" Og so framvegis...
Men eitt ávíst tal av fólki vil altíð taka til sín hvat sum helst slag av viðgerð (altso, reagera positivt) ? sjálvt til eina fullkomiliga nyttuleysa eina ? um tey veruliga trúgva, at hon riggar. So, sjálvandi, av og á, hendinga ferð, riggar "alternativur heilivágur"; alt riggar. Men kanst tú prógva at tað er meira enn ?placebo?, lumpiviðgerð?
Tær nýtist ikki at hugsa um svarið; eg havi tað her. Eitt yvirlit yvir allar tær fleiri túsund vísindaligu kanningarnar av "alternativum heilivági" var nýligani almannakunngjørt í Archives of Internal Medicine. Tað kom fram á at "none had performed better than a placebo? They had no specific effect beyond suggestion." Tað er almannakunnigt: "alternativur heilivágur" er svik??it?s a con?!
Tey alraflestu vísa helst hesum frá sær við einum akslayppi og ganga út frá, at "alternativur heilivágur" er ein óskaðilig, vesturlendsk njótan. Men hvussu kann tað vera óskaðiligt at fáa vinning burturúr at selja lygnir til sjúk og hasi á deyðastrá? Harumframt, og orsakað av øktum populariteti, boða alt fleiri læknar frá, at krabbasjúk fólk velja frá kemo og stráling til fyrimuns fyri, ja, "alternativan heilivág", til fyrimuns fyri eitt nú tí "krabbalekjandi" Alka-Mine.
Materialistar kunna veita tær viðgerðir; spiritistar kunna aldri veita tær meira enn lygnir søtaðar við hunangi. Hvussu kunna vit halda tað vera meinaleyst, tá ið almennir persónar siga, at veruligur heilivágur ? sum hevur viskað burtur ræðuligar sjúkur sum koppar ? er javnverdur "andaligum" ikki-heilivági, ið aldri hevur viskað burtur nakrar sjúkur?
So, halt endiliga á við at vitja tín homopat, um tær so lystir. Men, vinarliga, ímynda tær ikki at tú ert eitt viðursvet frægari enn tey evangelisku í bíðistøðu eftir at undirhøkan verður send til Himmals.