Hvussu skrivar man eina krimi?

Fortreytin fyri at gerast ein góður høvundur er, at tú lesur og lesur og lesur, og at tú orkar at sita og skriva í hundraðtals tímar. Hetta sigur kendasti føroyski krimihøvundurin, Jógvan Isaksen. Les fyrilesturin um, hvussu man skrivar eina krimi.

Higartil havi eg skrivað 10 krimibøkur. Seks um Hannis Martinsson, tvær til ung, eina dukkukrimi til børn og so eina útvarpskrimi. Men hvussu mann nágreiniliga skrivar eina krimi, haldi eg ikki, at eg havi nakra greiða fatan av.

Um eg fari aftur til mína fyrstu krimi, ”Blíð er summarnátt á Føroyalandi”, sum bleiv skrivað í 1989-90, so var skrivingin merkt av sakloysi og spæli. Eg hevði fingið eina teldu, og øll sum eg kendi, ið høvdu teldur, fortaldu mær, at eg skuldi ansa mær, at tilfarið, ið kom inn á telduna ikki hvarv. Tí tað gjørdi tað javnan. Eg tordi tí ikki í fyrstani at skriva rættiligt tilfar inn á hetta tól – tvs. bókmenta¬tilfar – men setti meg at spæla við telduni. Eg hevði frammandunan elektriska skrivimaskinu, og har hevði eg einaferð eina seina nátt skrivað nakrar fáar síður, har ein persónur situr og bíðar úti í Kastrup eftir flogfarinum til Føroya. Hesar fáu síður skrivaði eg nú inn á telduna.

Tey komandi kvøldini og út á náttina, tá ið eg var liðugur við mítt vanliga starv, helt eg fram at skriva hesa søgu. Eg gjørdi mær eina varisligan synopsis, sum eg at kalla ikki fylgdi. Bara tað, at hendingarnar skuldu hava nakað við Annan veraldarbardaga at skaffa, helt eg fast um. At kalla øll onnur hugskot blivu broytt ávegis, sum bókin vaks.

Eg var komin heilt langt uttan av álvara at hava hugsað, at eg var í ferð við at skriva eina krimisøgu í føroyskum høpi. Fyribils var alt spæl, men samstundis hevur uttan iva krimisøgan hjá Einari Petersen ”Deyðin sendir apríl” frá 1987 spøkt onkustaðni. Kundi Einar skriva ein krimisøgu á føroyskum, so kundi tað hent, at eg eisini megnaði tað. Men alt hetta var ikki medvitað.


Bangin fyri at kopiera

Eg hevði í mong ár næstan á hvørjum ári lisið krimibøk¬urnar hjá Raymond Chandler, og tær eru eisini ein stórur íblástur til bøkurnar um Hannis Martinsson, men væl áleiðis í skrivingini bleiv eg bangin fyri, at eg skuldi kopiera hann. Eg tordi tí ikki at lesa Chandler, meðan eg skrivaði ”Blíð er summarnátt”, og tað gingu fleiri ár, innan eg aftur fór at lesa hann. Aftur fyri las eg fitt av norska Gunnar Staalesen og danska Dan Turèll, tí har helt eg meg fáa inspiratión og um somu tíð helt eg, at vandin fyri eftirgerð ikki var so stórur.

Handritið bleiv liðugt móti sumri 1990, men hóast eg tá í eini fimtan ár hevði ummælt bókmentir, so dugdi eg als ikki at meta um mína egnu bók. Eg sendi tí handritið til pápa mín, tí hann hevði altíð lisið nógv, og hann skuldi nokk siga sína meining. Líkamikið hvønn vegin tað fór at verða. Hann meldaði aftur, at bókin var bara hampiliga spennandi, og at eg kundi geva hana út.

Síðani fekk eg Eivind Weyhe úti á Fróðskaparsetrinum at lesa rættlestur, og tað haldi eg var tað besta, eg kundi gera. Umframt at vera kønur í føroyskum máli, so las Eivind Weyhe í lestrarárunum rættlestur á bókunum hjá Berlingske Forlag, og teir høvdu eina røð av krimibókum, sum hann hevði lisið meginpartin av. So umframt at rætta stavivillur og gera uppskot til broytingar av hendinga setningum, so megnaði Eivind eisini at vísa á smávillur her og har. Eg var so fegin um rættlesturin, at eg líka síðani havi hildið meg til Eivind sum rættlesara og annars at kalla leksikon.

”Blíð er summarnátt á Føroyalandi” kom út fyrst í novembur í 1990, og móttøkan tók meg fullkomiliga á bóli. Eg hevði sjálvandi vónað, at fólk fóru at dáma bókina, men at hon fór at selja so væl, hevði eg ikki roknað við. Til nú er hon komin í, haldi eg, 4 túsund eintøkum, og tað er nógv fyri eina føroyska skaldsøgu.


Uppringdur um barnabók

Árið eftir at ”Blíð er summarnátt á Føroyalandi” var útkomin, bleiv eg ringdur upp heimanífrá, um eg ikki kundi skriva eina barna/ungmannasøgu til eitt søgusavn, sum skuldi brúkast í fólkaskúlanum. Eg setti meg niður at skriva um nøkur vinfólk í 6.D, har eg brúkti tilfar frá mínum egnu upplivingum í kommunuskúlanum í Havn. Men áðrenn eg visti av, so var søgan blivin bæði 40 og 50 síður long, og hon endaði uppi á umleið 130 síðum.

Eg hevði sostatt enn einaferð skrivað eina skaldsøgu uttan veruliga at vilja tað. Hesaferð gav Bókadeildin hjá Lærarafelagnum út, og tittulin bleiv ”Brennivargurin”. Fyrimyndin onkursvegna í huganum vóru tær dreingjabøkur, sum eg sjálvur las: Jan-bøkurnar, Kim-bøkurnar, De 5-bøkurnar og mangt tílíkt. Við vilja las eg kortini einki av hesum aftur, tí mín sannroynd er, at tað tola tær flestu av hesum bókum ikki. Men tað var onkursvegna hiðani at íblásturin stavaði.


Ring floglíkindi

Tey næstu árini arbeiddi eg aftur við bókmentatilfari og við bókum um myndlist. Men summarið 1993 royndu familjan og eg einaferð í fleiri dagar at koma til Føroya, men tað vánaliga veðrið forðaði fyri hesum. Tá ið flogfarið fyri eg veit ikki hvørja ferð vendi aftur til Kastrup, og ætlanin var, at vit skuldu royna enn einaferð út á náttina, tá helt eg tað kundi vera well. Vit fortaldu flogfelagnum, at vit kvittaðu ferðina og vóru líkaglað við, um vit mistu ferðaseðlarnar.

Komin til hús setti eg meg at kalla beinanvegin at skriva tað næstu krimisøguna um Hannis Martinsson, ”Gráur oktober”. Í fyrstani gekk tað fínt við skrivingini, men sum tað leið út á heystið fekk eitt ára gamla dótturin barkahosta (falsk strubehoste), og vit máttu sita uppi undir henni nátt eftir nátt. Samstundis skuldi eg undirvísa á universitetinum og harímillum skriva krimisøguna. Av tí sama minnist eg burðin av hesi søguni sum nógv tyngri enn av ”Blíð er summarnátt”. Tann fyrsta bókin var allan vegin ígjøgnum eitt spæl, ímeðan tann næsta var hart arbeiði.

”Gráur oktober” kom út í 1994 og fekk næstan líka góða móttøku sum ”Blíð er summarnátt”. Fyrst ið bókin var liðug skrivaði eg inngangin til ”Krossmessu”, men so kom onkurs¬vegna stígur í. Eg skrivaði framhald til ”Brennivargin”, ”Teir horvnu kirkjubøstólarnir”, og eg skrivaði útvarps¬krimisøguna ”Á ólavsøku” og seinni ”Barbara og tann horvna bamsan”, sum eg kallaði dukkukrimi. Men hóast eg gjørdi upp í rúgvu av viðmerkingum, so fekk eg ikki rættiliga gongd á ”Krossmessu”. Av bókmentabókum skrivaði eg aftur fyri haldi eg fjúrtan, men hvørja ferð onkur spurdi meg um skriving, og eg fór at tosa um bókmentabøkurnar, bleiv hetta kveistrað til viks: tey vildu hoyra um krimisøgurnar.


Strævið við skaldsøgum

Eg havi altíð hildið tað vera nógv meira strævið at skriva skaldsøgur enn bøkur um bókmentir. Tær seinnu eru bara arbeiði, og tað tekur tað tíð tað tekur. Skaldsøgurnar afturímóti krevja onkursvegna, at tú vendir og snarar heilanum, so tú stundum næstan gerst heilavillur. Um somu tíð er hendan skrivingin meiri nøktandi - ella er tað bara tað, at fólki dáma hana betur?

At enda kom eg til ta niðurstøðu, at tann einasti mátin at fáa ”Krossmessu” skrivaða, var at seta seg og skriva. Eg so gjørdi, og tað gekk væl lættari, enn eg hevði hugsað. Tað sama havi eg gjørt við tær eftirfylgjandi skaldsøgurnar ”Adventus Domini”, ”Metusalem” og ”Norðlýsi”. Tá ið tú setur teg við skrivaraborðið og sigur við teg sjálvan, at hiðani sleppur tú ikki, fyrr enn tú hevur skrivað so og so nógv. At bíða eftir inspiratión førir ikki til nakað sum helst. Aftur fyri kemur hon, meðan tú situr og arbeiðir.

Allar bøkurnar hjá mær hava kravt fitt av research, men ”Krossmessa” ber ivaleyst av teimum øllum. Hinvegin bleiv ”Adventus Domini” við svarta deyða og krossriddarum skrivað sum eitt spæl, har eg legði líka í, hvussu sannlíkt alt var. Íblásturin var, at ein skyldmaður hevði fortalt mær, at Hans Tausen, haðani Tausen-ættin í Føroyum stavar, var einasti danskari, sum hevði verið krossriddari á Rhodos. Íblásturin til ”Metusalem” stavaði frá einum tíðindastubba í føroysku bløðunum, har tað var sagt, at ein beinagrind var funnin í Hoyvíkstjørn, tá ið teir reinsaðu hana. Stutt eftir varð sagt, at beinini vóru av einum seyði, men tað legði eg líka í. Fyri at gera myndina meiri fløkta koyrdi eg ”Red Crusader”-málið í pottin.


Íblástur frá Lizu Marklund

Upprunin til ta fyribils seinastu bókina ”Norðlýsi” er eitt sindur øðrvísi. Heystið 2008 las eg saman við svensku Lizu Marklund upp á eini týskari krimistevnu. Aftan á sótu vit og prátaðu og fingu eitt glas av víni ella bæði tvey. Eg fortaldi henni um mínar bøkur, og at hóast umvhørvi var realistiskt, so vóru hendingarnar tað ikki, tí tað var so lítil álvarsligur kriminalitetur í Føroyum. Hon spurdi, hví eg ikki skrivaði um tey homoseksuellu? Hon hevði sæð ein film í svenska sjónvarpinum, har tað var sagt, at homoseksuell høvdu tað ræðuligt í Føroyum. Hesum mutaði eg ímóti og segði, at sum í øllum smáum samfeløgum var tað torført at víkja frá, men at eg ikki var samdur í, at homoseksuell blivu beinleiðis forfylgd í Føroyum. Prátið snúði seg nú aðrar vegir, men heimafturkomin bleiv eg við at hugsa, at tað kanska ikki var so býtt at gera eitt sindur burtur úr akkurát hesum. Eg legði tí út við at lata tann kvinnuliga løgmannin blíva skotnan, men hví og av hvørjum, tað kom ávegis. Í fyrstani hevði eg eisini ætlað, at bókin skuldi vera realistisk, men tað bleiv slept rættiliga skjótt, tí hugflogið vildi hava sítt.

Í løtuni eri eg í ferð við eina sjeyndu bók um Hannis Martinsson. Arbeiðstittulin er ”Norska Løva”, og meira vil eg ikki siga á hesum sinni.


Les nógv

Fyri at venda aftur til spurningin: ”Hvussu skrivar mann eina krimi?” so er mítt svar, at tú sjálvandi skalt hava eitt hugskot, at tú orkar at sita og skriva í hundraðtals tímar, og at tú gert fitt av research bæði frammanundan og ávegis undir skrivingini. Haraftrat er eitt vist, og tað er galdandi fyri skriving yvirhøvur: tú skalt hava lisið eina rúgvu av bókum. Hetta vóru ráðini Ernest Hemingway gav teimum, ið spurdu hann, hvussu tey kundu blíva rithøvundar: les, les og aftur les. Altso: ein fyritreytin fyri at skriva yvirhøvur er, at tú hevur lisið eina rúgvu.

Kjansurin fyri at kunna liva av at skriva er harafturímóti ógvuliga lítil. Franski bókmentasociologurin Robert Escarpit skrivaði í 1968, at kjansurin fyri at kunna liva av at vera rithøvundur í Frankaríkið var nógv minni, enn kjansurin fyri at vinna tann stóra vinningin í happadráttinum. Og hetta er enn meira galdandi í Føroyum, har at kalla eingin kann liva av at skriva.