Í dag skal Kringvarp Føroya endavendast

Á tingfundi fara tingfólk at endavenda Kringvarpi Føroya. Stovnurin fer at fáa rós og kanska einamest rís, tí tingfólk hava tað fyri at fara nóg so harðliga við almenna fjølmiðlinum, tá hann er til viðgerðar í Løgtinginum.

 

Og tað er akkurát í dag, at høvi er hjá tingfólki at viðgera almenna kringvarpið, tí á skránni er frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um Public service-sáttmála millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið – sum skal vera galdandi frá 1. januar 2017 til 31. desember 2020.

 

Kringvarpið og Mentamálaráðið hava einaferð fyrr gjørt ein public service sáttmála. Tað var í 2010, tá Helena Dam á Neystabø var landsstýriskvinna í metnamálum. Tann sáttmálin var galdandi fyri 2011, 2012 og 2013. Eingin sáttmáli varð gjørdur, meðan Bjørn Kalsø var landsstýrismaður í mentamálum frá 2011-2015, men nú hevur Rigmor Dam tikið táttin uppaftur.

 

Tað er heimiðlað landsstýriskvinnuni í mentamálum í lógini um Kringvarp Føroyar at gera slíkan sáttmála, har tað verður avtalað nærri, hvussu stovnurin Kringvarp Føroya skal virka.

 

Eitt uppskot til sáttmála er gjørt, sum í rættiliga stóran mun byggir á tann gamla sáttmálan. Tað er hetta sáttmálauppskotið, sum verður til viðgerðar í Løgtinginum í dag.

 

Uppskotið til sáttmála kann fáast VIÐ AT TRÝSTA HER