Richard Danielsen
Fuglafirði 31. januar 2005
??????????
Endingin »i« er vorðin ein sonn umfarsjúka í føroyska málinum hesa seinastu tíðina, ja nokk so leingi. Sagnorðini í 2. lýsingarhátti, sum eiga at enda við a í úttalu og við ð í stavseting, verða endað við i í úttalu. Eg skal nevna nøkur dømi:
Løstaði, fagnaði, skipaði, skattaði, tryggjaði, kannaði osfr. osfr. Tað er ein rúgva, sum kundi verið víst á. Tað rætta er:
Løstað, fagnað, skipað osfr.
Mær tykir at hetta lýtir málið ógvuliga nógv.
Útvarpið sigur hesi orð ofta skeivt á henda hátt og kanska sjónvarpið við.
Nú er skeiðvirksemi nógv frammi í tíðini, fólk mugu ofta til eftirútbúgving. Hevði tað ikki verið eitt hugskot, at útvarps- og sjónvarpsfólk, sum lesa tíðindi og annars eru nógv at hoyra, fóru á skeið, har lærarar, sum duga føroyskt til fulnar, undir-vístu og ikki minst royndu at drepa hesar málsjúkur, sum stinga seg upp. Tað vil altíð vera so, at tær stinga seg upp, men berjast vit ímóti, soleiðis sum vit áttu at gjørt?
Tað verður nógv gjørt fyri at finna og gera nýggj orð, men eiga vit ikki at gera meira við at verja tað, sum er?
Hetta er bara ein lítil tanki frá einum, sum ikki dugir føroyskt heilt til lítar, men eg havi hoyrt, ella kanska rættari, sæð og lisið nógv gott og mergjað føroyskt frá barnsbeini av, og tað hjálpir mær kanska nógv at hoyra, tá ið málspillur taka seg upp, hóast eg ikki eri málfrøðingur.
Sum sagt, bert ein lítil tanki. Hevði onkur oftað honum, serliga onkur, sum kann gera nakað við hetta hugskotið, um tað er fynd í tí.
Eitt veit eg. Vit ávirkast ómetaliga av útvarpi og sjónvarpi, tí vit hoyra tað hvønn dag, og útvarpið gjøgnum allan dagin.
Nú havi eg ikki nevnt hinar rásirnar, við tað at tær ikki eru almennar, men tær eiga sjálvandi at taka hetta til sín eisini og hugsa, um tær hava nakað at læra av hesum.