Í kvøld leyp einki av hjá KÍ

B36 fór úr Klaksvík við teprum tapi, og HB vann tepran heimasigur ímóti Víkingi

Malena Olsen er við at sneiða seg leysa, áðrenn hon við diagonalsending spælir Eyðvør Klakstein leysa og so varð 1-0 Skíggjamynd: televarp.fo

Tað var heilt spennandi til síðsta bríksl, tá ið KÍ kvinnurnar í kvøld høvdu vitjan av B36. KÍ vann 1-0, og aftur í kvøld var tað Eyðvør Klakstein, sum var málskjútti, tá ið hon eitt sindur úr vinstru og stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið eftir fína sending frá Malenu Olsen. Tá restaðu tað seks minuttir av fyrra hálvleiki.

 

KÍ hevur fulla úrtøku, og tølini siga, at hetta var teprasta sigurin av øllum. Fýra gentur úr Brasil vóru millum tær fyrstu ellivu hjá árstalsfelagnum, og B36 bjóðaði av álvara KÍ av. B36 hevði fleiri góðar støður og onkrar heilt góðar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Óluvu Allansdóttir Joensen í KÍ málinum.

 

Hesin dysturin var framskundaður frá 18. september, tí KÍ fer at spæla í Europa Cup.

 

Í Gundadali vann HB í kvøld 3-2 ímóti Víkingi. Talan var um útsettan dyst frá 2. umfari, sum átti at verið spældur mitt í apríl.

 

Tað var alla tíðina hendingarríkt og spennandi. Longu í 3. minutti setti Marita Thorsvig hol á fyri HB. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hon var málskjútti í bestu deildini. Tveir minuttir seinni svaraði Víkingur aftur, tá ið Rakul Sørensen javnaði. Hon hevur nú skorað fýra mál í bestu deildini í ár.

 

Tvey mál aftrat vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Í 12. minutti legði Sunniva Willemoes HB framum aftur, og í 33. minutti var tað Eydna Olsen Dalheim, sum javnaði til 2-2. Hon hevur skorað átta mál og er toppskjútti hjá Víkingi.

 

Sigursmálið skoraði Sunniva Willemoes tíggju minuttir eftir steðgin. Hetta var sætta málið hjá henni í ár.

 

Um vikuskiftið vóru tveir dystir spældir. Tá vann B36 13-0 á útivølli ímóti TB/FCS/Royn, og Víkingur vann 7-1 á útivølli ímóti 07 Vestur. Fyri B36 skoraði Stefani Cabral fimm mál. Hjá Víkingi skoraði Hjørdis Rasmusdóttir tvey mál. Hjá Víkingi kemur tað illa við, at tveir av stuðulsspælarunum eru givnar, tí tær flyta av landinum. Tað eru Mona Rasmusdóttir og Maria á Lakjuni Djurhuus.

 

07 Vestur hevur í summarsteðginum mist tveir spælarar. Evelin Mastropasqua er flutt til B36, og Katlyn Ferreira Soares er flutt til EB/Streym.

 

14140064442
NSÍ14923531529
HB14914341828
B3613733351124
Víkingur14527313317
07 Vestur14338244912
EBS/Skála13111114564
TB/FSV/Royn1402123722

 

Leygardagin 12. august

 

KÍ – TB/FCS/Royn: Jonn S. Thomsen kl. 13.00

 

07 Vestur – NSÍ: Dominick Troleis kl. 13.00

 

Sunnudagin 13. august:

 

EBS/Skála – HB: Annika Eliasen Breiðaskarð kl. 15.00

 

B36 – Víkingur: Jógvan Vest kl. 12.15

 

Malena Olsen er við at sneiða seg leysa, áðrenn hon við diagonalsending spælir Eyðvør Klakstein leysa og so varð 1-0 Skíggjamynd: televarp.fo