LIÐUGT
0-2
Fram ímóti dystarenda skoraði Rosenborg tey bæði málini, sum bera við sær, at møguleikin hjá Víkingi at halda fram í ársins europeisku kapping má roknast at vera lítil ella eingin.
0-2: Søderlund
Eftir fínt álop í høgru og flatt innlegg var tað enn einaferð innskifti Søderlund, sum skoraði.
4 minuttir lagdir aftrat.
90 min.
Gert Hansen smekkar til úr 19 metrum, og bólturin strýkur omanfyri tvørtræið!
89 min.
Dánjal Pauli Lervig kemur á vøllin í staðin fyri Philip Djordjevic.
87 min.
Gert Hansen kemur á vøllin í staðin fyri Andreas Lava Olsen.
85 min.
Rosenborg málið hevur havt sína ávirkan. Víkingarnir kennast at vera troyttir, eftir at teir hava stíðst og framúr væl og nógv, og Rosenborg liðið hevur nú betri tak á tí.
82 min.
0-1: Søderlund
So skoraði Rosenborg týdningarmikla málið á útivølli. Innskifti Søderlund smekkaði til úr 18 metrum, og bólturin streyk inn við stólparótini.
80 min.
Heðin Hansen, sum er darvaður av skaða í rygginum, fer av vøllinum, og í hansara stað kemur Gunnar Vatnhamar.
78 min.
Rosenborg trýstið er støðugt, og í fleiri umførum verður blokerað, áðrenn bólturin verður varpaður fram á vøllin.
75 min.
Philip Djordjevic liggur skaddur á vøllinum. Hann er á veg av vøllinum, og tað er stórur missur, tí Philip hevur verið sera eyðsýndur. Men Philip roynir at halda fram.
72 min.
Danski Tobias Mikkelsen sær gult fyri høvuðleyst fríspark ímóti Bárði J. Hansen. Har var tætt við reytt kort!
70 min.
Tað resta 20 minuttir, men higartil hevur Víkinga avrikið verið framúr. Rosenborg er ikki so málsøkið í sínum spæli, men tað er Víkingur!
66 min.
Søderlund er komin á vøllin í staðin fyri Malec hjá Rosenborg.
63 min.
Selnæs hjá Rosenborg hevur sæð gula kortið.
62 min
Eyjólfsson misnýtir, tá ið hann eftir horna úr høgru og í góðari støðu við høvdinum sendir bóltin upp um málið.
60 min
Rosenborg hevur bóltin meiri, men tað er Víkingur, sum hevur havt nógv teir størstu og mest upplagdu málmøguleikarnar!
58 min.
Størsti Víkinga møguleikin higartil. Bárður J. Hansen legði fríspark innfyri úr høgru, og í málteiginum var Andreas Lava Olsen púra blankur, tá ið sendi bóltin við síðuna av málinum.
55 min.
Andreas Lava Olsen sær gult fyri nærdyst í ein móti einum støðu heilt frammarlaga á Rosenborg hálvuni.
51 min.
Eftir fínt álop, har Philip Djordjevic var arkitekturin var um reppið, at Andreas Lava Olsen kom í góða støðu.
Rosenborg fór í mótálop, og tá sá Hans Jørgen Djurhuus gult fyri óregluglia at steðga mótstøðumanni.
Tað er sera hugaligt at vera Víkinga áskoðari á Svangaskarði í kvøld!
49 min.
Víkingur og Andreas Lava Olsen hava aftur verið í góðari støðu, men málverjin tók bóltin.
46 min
Nú hevur Víkingur lítla lotið ímóti. Tað eru umleið túsund áskoðarar í sólini á Svangaskarði í kvøld.
HÁLVLEIKUR
Tað hevur gingið framúr væl hjá Víkingi í 1. hálvleiki. Rosenborg legði betri fyri, men fram ímóti steðginum var broddurin í álopunum hjá Víkingi tyngri og hvassari, enn hann var tað hjá norsku favorittunum.
0-0
45 min
Nú var ógvuliga tætt við. Í fyrra førinum var tað eftir flatt innlegg frá Víkingi úr høgru, sum Rosenborg akkurát bjargaði, og so var tað eftir skjótt mótálop í vinstru hjá Rosenborg, at heimaverjan akkurát megnaði at bjarga til horna!
43 min.
Víkingur er heilt væl við, og Rosenborg hevur síðstu stóru løtuna ikki havt nakran upplagdan málmøguleika. Andreas Lava Olsen er sera eyðsýndur.
38 min.
Víkingur er væl við, og nú var í tveimum førum, at tað eydnaðist Víkingi at leggja seg fram um. Í fyrra førinum var tað Andreas Lava Olsen, sum royndi seg, og tað var bjargað til horna, og so var tað Erling Jacobsen, sum royndi seg. Nú sær tað gott út hjá Víkingi!
35 min.
Eftir langa framlegging tiltuskar Andreas Lava Olsen sær horna, og tað er heilt vandamikið, tá ið Andreas roynir ímóti málinum, og Erling Jacobsen ér fyrstur á returbóltinum.
30 min.
Rosenborg hevur framvegis bóltin meiri enn víkingarnir, men higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
25 min.
Danski Mike Jensen leggur vandamikil hornaspørk innfyri, men higartil hava víkingarnir megnað at blokerað og vart fyri.
20 min.
So var um reppið, at Andreas Lava Olsen kom í góða støðu eftir langa framlegging, men verjan syrgdi fyri, at bólturin fór útav til málspark.
16 min.
Andreas Lava Olsen er fremsti maður hjá Víkingi, og tað er týðuligt, at ætlanin er, at tað skal eydnast Andreasi Lava Olsen at renna frá verjuni.
15 min.
Tað er framvegis málleyst, men tað er Rosenborg, sum hevur verið omaná tað fyrsta korterið.
Víkingur-Rosenborg kl. 19.00
Á Svangaskarði
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Finnur Justinussen, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Philip Djordjevic - Andreas Lava Olsen,
------
2-0
LIÐUGT
NSÍ hevur í kvøld lagt rygg til 2-0 tap á Windsor Park í Belfast.
2-0
90 min.
Nú var um reppið, at Linfield økti um leiðsluna, men Andras Gango bjargaði meistarliga.
89 min.
Millar avloysir Bates.
88 min.
Monrad Holm Jakobsen sær gult fyri fríspark.
82 min.
Árni Frederiksberg roynir seg við frísparki, sum er vandamikið, men málverjin bjargar til horna.
80 min.
Innskifti Hákun Edmundsson hevur havt roynd ímóti málinum, men bólturin fór við síðuna av. Hetta er fyrsta NSÍ ryndin í ein hálvan tíma.
75 min.
Hákun Edmundsson er komin á NSÍ miðvøllin í staðin fyri Jens Joensen.
73 min.
2-0: Bates
Eftir hornaspark hevur Linfield økt um leiðsluna, sum nú er 2-0.
70 min.
Jonleif Højgaard er komin á vøllin í staðin fyri Jónhard Frederiksberg.
65 min.
Reece Glendinning er komin á vøllin í staðin fyri Hegarty.
64 min.
NSÍ roynir at spenna álopsbogan. Jann Martin Mortensen er settur á vøllin í staðin fyri Harald R. Højgaard.
57 min.
1-0: Waterworth
Fyrstu løtuna eftir steðgin hevur tað gingið javnt á, men nú er Linfield á odda. Tað var eftir hornaspark, at tað kom hol á!
0-0
HÁLVLEIKUR
Tað stendur framvegis á jøvnum. Eisini í gulum kortum. Pól Jóhannus Justinussen sá gult í 33. minutti, og Burns sá gult í 35. minutti.
40 min.
Tað gongur javnt á, og síðstu løtuna hava bæði liðini havt hornaspark, uttan at nakað er komið burturúr.
30 min.
Nú hevur Linfield FC havt fleiri hornasparksstøður.
27 min.
Árni Frederiksberg hevur havt enn eina góða roynd!
20 min.
NSÍ hevur lagt sera bragdliga fyri á Windsor Park ímóti Linfield FC.
Árni Frederiksberg og Klæmint A. Olsen hava havt góðar royndir.
Linfield FC-NSÍ kl. 19.45
Á Windsor Park í Belfast
NSÍ: Andras Gango – Jóhan Jacobsen, Per Langgaard, Monrad Holm Jakobsen, Pól Jóhannus Justinussen – Jens Joensen, Haraldur R. Højgaard – Jónhard Frederiksberg, Magnus H. Olsen, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen
---------
LIÐUGT
3-0
Jógvan Rói Davidsen sá gult í síðstu løtu.
90 min.
Klokkan er steðgað eftir 90 minuttir. Nú snýr tað seg um tíðina, sum dómarin hevur lagt aftrat. Tað er ein øgilig ferðsla í HB brotsteiginum!
86 min.
3-0: Solomin
Møguleikin hjá HB at halda fram í Europa tykist longu undan heimadystinum um eina viku at vera heilt lítið. Nú kostar tað at spæla 10 ímóti 11.
81 min
Levi Hanssen hevur sæð gula kortið.
80 min
Teit Jacobsen avloysir Arnbjørn Hansen.
78 min.
Bartal Wardum hevur avloyst Christian R. Mouritsen.
75 min.
Undirmannaða HB livir lívið vandamikið, men talan er framvegis um 2-0 leiðslu til heimaliðið.
70 min.
HB stríðist fyri lívinum. Síðstu løtuna hevur tað verið stutt millum royndirnar hjá heimaliðnum.
65 min.
Gunnar Haraldsen avloysir Jóhan Troest Davidsen.
Fróði Benjaminsen, sum longu hevur sæð gult, verður revsaður við frísparki.
64 min.
Alex José dos Santons hevur sæð reytt.
Nú er mótbrekkan hjá HB vorðin nógv brattari. Heimaliðið hevur økt um leiðsluna, og vinstri vongverji hjá HB, Alex José dos Santos, er vístur av vøllinum fyri fríspark!
2-0: Arshakyan
60 min.
Fróði Benjaminsen sær gult fyri at gera fríspark.
55 min.
Eftir horna bjargar Teitur Gestsson ógvuliga væl.
52 min.
Støðan er framvegis 1-0 til Trakai. Jóhan Troest Davidsen hevur havt góða roynd, men bólturin fór framvið.
Mamaev hevur sæð gula kortið.
HÁLVLEIKUR
Heimaliðið hevur verið omaná, men HB hevur ikki verið niðurspælt. Heimaliðið hevur havt seks royndir, og HB hevur havt tvær.
Støðan er 1-0 til Trakai, sum skoraði í 20. minutti.
Jóhan Troest Davidsen legði fríspark í brotsteigin. Tað endaði við horna, sum Christian R. Mouritsen legði innfyri.
Teir spæla framvegis - 7 minuttir eftir at teir 45 vóru av!
Arshakyan hevur sæð gult.
Heini Vatnsdal, sum hevur sæð gult, er aftur dømdur fyri fríspark.
2 minuttir lagdir aftrat.
45 min.
HB er ikki niðurspælt, men tað er kennist torført hjá føroyska liðnum at samanspæla á síðsta triðinginum á vøllinum.
42 min.
Trakai hevur skift út: Šėgžda er komin á vøllin í staðin fyri Kochanauskas.
38 min.
HB hevur higartil ikki havt nakra roynd innanfyri málkarmin, men tvær við síðuna av málinum. Mótstøðuliðið hevur havt tvær royndir innanfyri málkarmin og tvær við síðuna av.
32 min.
Heini Vatnsdal hevur sæð gula kortið.
30 min.
Síðstu løtuna hevur heimaliðið verið ágangandi, men støðan er framvegis 1-0.
25 min.
Rógvi Holm hevur sæð gula kortið fyri fríspark.
24 min.
1-0: Bychenok 20.
Tað hevur gingið hampuliga javnt á fyrstu løtuna, men tað er HB, sum liggur undir 1-0.
Vøllurin í Kanaus er ógvuliga góður, og líkindini eru góð. Tað eru 22 hitastig og turt.
HB: Teitur Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos – Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal – Christian R. Mouritsen, René S. Joensen, Levi Hanssen – Arnbjørn Hansen
Á beinkinum: Petur Thomsen, Gunnar Haraldsen, Bartal Wardum, Símun Samuelsen, Teit Jacobsen, Poul Ingason, Adrian Justinussen
Venjari: Heðin Askham
-----
---
HB ferðalagið leggur í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til avbjóðingina í Kaunas í Litava, har fyrsta bríkslið í Europa liguni verður klokkan 18 føroyska tíð.
Mótstøðuliðið er FK Trakai, sum ongantíð áður hevur verið í altjóða kapping. Talan er um bara tíggju ára gamalt felag, sum í fjør fyri fyrstu ferð flutti upp í bestu deildina.
Hóast talan er um spildurnýtt lið í europeiskum høpi, so verður litaviska liðið roknað at vera stórur favorittur at vinna á heimavølli. Felagið er eftir sekstan umfør á øðrum plássi í landskappingini.
HB hevur tvær ferðir áður spælt ímóti litavisku felag. Bæði í 2003 og 2005 var FBK Kaunas mótstøðulið.
Í 2003 vann FBK Kaunas 4-1 á heimavølli og 1-0 á útivølli. Einasti HB spælarin, sum var við í 2003, og sum er í HB ferðalagnum hesaferð, er Andrew av Fløtum.
Fyri tíggju árum síðani – í 2005 - spældi HB í meistarakappingini ímóti FBK Kaunas, sum á heimavølli vann 4-0. Á Tórsvølli vann litaviska liðið 4-2. Eingin av HB spælarunum, sum nú fyrireika seg í Litava, var við fyri tíggju árum síðani.
Tá ið HB tapti 3-0 í Gøtu fríggjakvøldið, vóru Fróði Benjaminsen og Andrew av Fløtum ikki tøkir. Teir eru báðir við í HB ferðalagnum í Litava.
-Vit vóna, at tað fer at eydnast at spæla okkum víðari í næsta umfarið. Tí ræður um í kvøld at røkka góðum útgangsstøði undan dystinum á heimavølli um eina viku, sigur HB venjarin Heðin Askham.
Í europeiskum kappingum er tað týdningarmikið at skora mál á útivølli. Tí hevði tað verið týdningarmikið, um tað hevði eydnast Arnbjørn Hansen, Andrew av Fløtum ella onkrum av hinum HB spælarunum at komið á talvuna í kvøld.
FK Trakai Litava-HB: Lasha Silagava úr Georgia kl. 18.00.