Gongst eftir ætlan, verðu hjúnabandslógin yvirtikin í vár, ella tíðliga í summar.
Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í familjumálum, tá ið Løgtingið viðgjørdi uppskotið um at loyva samkyndum at giftast borgarliga í Føroyum.
Talan er um danskt málsøki, og samtykkir Løgtingið uppskotið, skal ein áheitan sendast til danskar muyndugleikar um at fáa Fólkatingið at broyta lógina fyri Føroyar, so at samkynd kunnu giftast.
Undir viðgerðini róðu tingfólk uppundir, at ístaðin fyri at samtykkja uppskotið, eiga føroyingar at yvirtaka tað, so fáa vir ta hjúnabandslóg, vit vilja hava.
- Tað er eitt sindur undarligt, at Fólkatingið skal lóggeva fyri føroyskar borgarar, men tað er støðan, vit eru í, tí á nógvum týdningarmiklum málum, hava vit ikki avgerðarrættin sjálvi, sigur Sirið Stenberg.
Men hon leggur afturat, at tað er eitt mál arbeitt verður við.
- Samráðingar eru tiknar upp við donskar myndugleikar um at yvirtaka persónsmál, familjumál og arvarætt, sigur hon.
Og hon væntar, at málsøkið verður yvirtikið í mai mánað ár, og tá kunnu føroyingar smíða tær hjúnabandslógir, vit vilja.
Men hon leggur dent á, at tað skal ikki brúkast sum ein undanførsla fyri at samtykkj uppskotið, sum nú fyriliggur.
- Er tað ikki politiskur vilji til at samtykkja nú, at samkynd skulu kunna giftast, verður heldur ikki undirtøka fyri tí næsta summar, heldur hon.
Harafturat er onki at ivast í, at tá ið hjúnabandslógin er yvirtikin, fer tað at taka rúma tíð at smíða eina føroyska hjúnabandslóg, og tí eigur Løgtingið ikki at fella hetta uppskotið, sum nú fyriliggur við tí í hyggju at bíða eftir eini føroyskari lóg, sigur landsstýriskvinnan.
- Men verður uppskotið samtykt nú, ber altíð til at gera tillagingar seinni, leggur hon afturat.
Jógvan á Lakjuni, tingmaður, heldur hinvegin, at vit eiga at bíða við at gera nakað á økinum, til tað er yvirtikið, tí so kann ein føroysk lóg gera, sum er meiri savnandi, heldur hann.
Sonja Jógvansdóttir mælir frá at bíða, tí tey, sum eru ímóti nú, verða eisini ímóti tí tá.