Um vikuskiftið verður 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið. Tað verða fýra dystir fríggjakvøldið og fýra dystir leygardagin.
Lutakastið háttaði seg soleiðis, at fýra tey fremstu frá farna kappingarári møtast longu nú. Víkingur og HB spæla fríggjakvøldið klokkan 18, og B36 og KÍ spæla leygarkvøldið klokkan 18.
Her er eitt yvirlit yvir dystirnar um vikuskiftið.
Løgmanssteypið 1. umfar:
Fríggjadagin 21. apríl
Víkingur – HB (18:00) Alex Troleis
NSÍ – MB (18:00) Høgni Madsen
FC Hoyvík – EB/Streymur (19:00) Jákup Ø. Mohr
Skála – B71 (19:00) Petur Reinert
Leygardagin 22. apríl
TB – B68 (15:00) Rúni Olsen
ÍF – 07 Vestur (15:00) Rúni Gaardbo
AB – FC Suðuroy (16:00) Rani A. Skaalum
B36 – KÍ (18:00) Eiler Rasmussen