Í royting í besta veðri

Heimarahelvt var á fjalli í dag í seinastu gongu til royting, og tað hendi í allarbesta veðri.

Heimarahelvt var á fjalli í dag í seinastu gongu til royting, og tað hendi í allarbesta veðri.

 

Tað er ógvuliga seint av fara á fjall í royting, tá komið er út í august mánað. Men viðurskiftini gjørdu, at soleiðis mátti verða.

 

Hini fjøllini blivu gingin fyrrapart av juli, men av tí at gingið varð yrkadagar, vóru so nógvir óroyndir fjallmenn við, at teir megnaðu ikki tað sama, sum teir royndu meninir gera.

 

Tí gekk gongan í Dølunum eftir til í dag.

 

Tað gekk tó væl at reka, hóast nakað av seyðinum í vestaru gongu var komin upp í gonguna í Dølunum.

 

Farið var avstað, tá Ternan hevði verið fyrsta túr í morgun, um 8.30 tíðina, og gongan var aftur á rættini áðrenn klokkan var komin til 11.

 

Síðani var roytt og klipt, lombini vórðu markað og fingu medisin, og síðani fingu ærnar eisini medisin.

 

Alt fjallið var liðugt klokkan 13, og tað vóru menn væl nøgdir við. Ikki minst, at veðrið hevði verið so gott og sólríkt.

 

Myndina hevur Jógvan Thomsen tikið.