info
Ongi úrslit

Í Suður-Føroyum arbeiða færri fólk enn norðan fyri

Tað er ordiligt glopp ímillum Sandoynna og Suðuroynna, og so restina av landinum

Áki Bertholdsen
28. januar 2022 kl. 11:31

Sum vit skrivaðu í áðni er nógv størri partur av føroyingum ímillum 15 og 74 ár til arbeiðis enn tað eru í øðrum londum. Serliga eru føroysku kvinnurnar í eini serstøðu afturímóti kvinnunum í øðrum londum.

Les meiri her: Føroyingar arbeiða longri enn nakar annar

Hetta vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Men uppgerðin vísir eisini, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu nógv fólk eru á arbeiðsmarknaðinum í teimum ymsu pørtunum í landinum.

Uppgerðin vísir, at tað er í Streymoynni, bæði í Norðstreymoy og í Suðurstreymoy, at tann størsti parturin, ella 85 prosent, av teimum 15-74 ára gomlu, eru á arbeiðsmarknaðinun.  Eitt vet aftanfyri er Eysturoy, har 84,2 prosent av teimum 15-74 ára gomlu eru á arbeiðsmarknaðinum, og beint aftanfyri eru Norðoyggjar, har sløk 82,9 prosent eru á arbeiðsmarknaðinum. Støðan er at kalla tann sama í Vágum, har 82,6 prosent av teimum 15-74 ára gomlu eru á arbeiðsmarknaðinum. 

Myndin er ikki tøk

Men so er eitt glopp til tann syðra partin í landinum, tí í Suðuroynni eru 78,6 prosent av teimum 15-74 ára gomlu á arbeiðsmarknaðinum. Og í Sandoynni er tað 75,6 prosent, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, ella 9,4 prosentstig minni enn í Streymoynni.

Tað er eisini í Suðurstreymoy at munurin ímillum kynini er minst, tí har er hann 1,7 prosentstig, men aðrastaðni er hann runt roknað, eini fýra prosentstig.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

Í gjár kl. 12:21

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

Í gjár kl. 11:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Smyril avlýsir fýra túrar í morgin

4 minuttir síðan
Tíðindi

Minnist til at tryggja leysar lutir

1 tími síðan
Fótbóltur

U17-kvinnurnar taptu stórt fyri Lettlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Róland Toftum tikið sæti í Vágs býráði

2 tímar síðan
Tíðindi

Fekk ikki und­ir­tøku fyri at skilja Før­oya Tele sundur

2 tímar síðan
Tíðindi

Vísa hvar vatnið kann standa hægst

3 tímar síðan
Tíðindi

Flogfar tikið úr flúgving tí fólk vórðu bitin av veggjadýrum

3 tímar síðan
Tíðindi

Útlánini vóru 74 prosent av BTÚ í fjør

3 tímar síðan
Tíðindi

Høvi at vitja umborð á Beautemps-Beaupré

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Fyrsta tapið nakrantíð fyri Andorra

4 tímar síðan
Tíðindi

Útlánsvøksturin er høgur, men minkandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Nú verður latið upp fyri limaskapi

5 tímar síðan