Hvør er Jógvan Trondesen Andreasen, og hvat fæst maðurin við? Í VikuskiftisSosialinum er ein størri samrøða við mannin, sum hevur týðandi starv hjá danska stórreiðarínum, Torm A/S

Jógvan hevur álitisstarv hjá stórreiðarínum Torm A/S

Hann er formaður í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag, og hann hevur útróðrarbát við fýra DNG-snellum, men Jógvan Trondesen Andreasen er so nógv meira enn tað

 

Hvør er Jógvan Trondesen Andreasen, og hvat fæst maðurin við? Í VikuskiftisSosialinum er ein størri samrøða við mannin, sum hevur týðandi starv hjá danska stórreiðarínum, Torm A/S

- Abbi mín, Jens Peter Arge, var rættiliga nærlagdur um streymviðurskifti og fiskileiðir her um okkara leiðir. Hann hevði meg nógv við sær á báti, tá eg var smádrongur, og tá eg so gjørdist nakað eldri, var eg mangan eisini einsamallur á floti við bátinum, eins og vit eisini vóru nógv á bátinum saman.

 

Soleiðis sigur 48 ára gamli, Jógvan Trondesen Andreasen, sum býr í Havn, og sum seinastu árini hevur verið formaður í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag. Hetta er eitt virkið felag, og formaðurin fegnast um, at umstøðurnar hjá útróðrarmonnum í høvuðsstaðnum eru góðar. 

 

Jógvan er giftur Lailu Enghamar, og tey eiga synirnar, Jósef, sum er 12 ár og Elias, sum er sjey. Tað var abbi Jógvan, Jens Peter Arge, sáli, sum í nógv ár var stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar, sum var íblásturin og kveikti áhugan hjá smádreinginum til bát og sjógv.   

 

- Báturin hjá abbanum var limur í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag. Tá abbi knappliga andaðist, helt limaskapurin fram, og báturin er enn hin sami, ið abbi keypti sum nýbygning úr Noregi í 1988 – ein Selfa 28, og her havi eg fýra DNG-snellur, sigur hann.

 

Báturin, sum liggur við Kongabrúnna í Havn og sum sæst her á myndini niðanfyri, sær framvegis út sum nýggjur. Hann er sera væl hildin, og motorurin gongur sum klokkan.

 

Men, hvør er Jógvan Trondesen Andreasen, og hvat fæst maðurin við?

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er ein størri samrøða við mannin, sum hevur týðandi starv hjá danska stórreiðarínum, Torm A/S.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Hvør er Jógvan Trondesen Andreasen, og hvat fæst maðurin við? Í VikuskiftisSosialinum er ein størri samrøða við mannin, sum hevur týðandi starv hjá danska stórreiðarínum, Torm A/S

Báturin, ið abbin keypti sum nýbygning úr Noregi – ein Selfa 28. Í bátinum eru fýra DNG-snellur