Magnus er nýggjur høvuðsvenjari í NSÍ

Magnus Hendriksson Olsen er nýggjur høvuðsvenjari hjá NSÍ kvinnunum

Tað hevur verið bíðað eftir tíðindunum um, hvør fer at vera høvuðsvenjari hjá NSÍ – bæði hjá monnum og kvinnum.

 

Undanfarna kappingarár vandi Jens Christer Wedeborg menninar, og Allan Dybczak vandi kvinnuliðið.

 

Nú er tað greitt, hvør fer at venja kvinnuliðið, meðan tað framvegis verður bíðar eftir tíðindunum um, hvør fer at venja mansliðið.

 

NSÍ boðar í kvøld frá, at Magnus Hendriksson Olsen er nýggjur høvuðsvenjari hjá NSÍ kvinnunum. Sáttmálin er galdandi fyri 2026.

 

39 ára gamli Magnus Hendriksson Olsen spældi við NSÍ øll árini frá 2011 og fram til 2022. Frammanundan spældi hann tvey ár við B36 og so við barndómsfelagnum. Sambært FaroeSoccer spældi hann 223 landskappingardystir í bestu deidini. Hann hevur ikki áður verið venjari í fremstu røð.