Hin 1. august í ár fekk Dugni nýggjan stjóra, sum er Elin Ludvig. Hon er útbúgvin sosialráðgevi og kandidatur í sosialum arbeiði.
Elin býr í Havn, er gift og eigur fýra børn.
Av arbeiðsroyndum kunnu nevnast, at hon eitt skifti starvaðist á Barnaheiminum í Havn, men seinastu stívliga tíggju árini var hon í starvi á Almannaverkinum sum deildarleiðari innan arbeiðsmarknaðarøkið.
- Eg helt meg hava eina góða barlast at søkja starvið sum stjóri á Dugna, tá stovnurin eisini arbeiðir í tøttum samstarvi við Almannaverkið. Hetta er eitt sera spennandi starv, og eg eri væl móttikin.
Samlaða starvsfólkatalið á Dugna er 28.
- Vit hava skúlan við Áir, har fólk, sum kanska ikki vóru klár at fara víðari, sum flestu onnur, kunnu taka sítt fólkaskúlaprógv.
Hon vísir á, at ymiskar orsøkir kundu vera til, at nøkur ung í sínari tíð ikki fullførdu fólkaskúlaútbúgvingina, men tóku útbúgvingina við Áir, kanska fleiri ár seinni.
- Tey vóru ikki klár, tá tíðin kom - ella tey høvdu lættari sálarligar-, likamligar ella sosialar avbjóðingar, men við Áir kunnu tey taka 9. floksprógv undir heilt øðrum og tryggari kørmum, sigur Elin Ludvig.
Á tveimum pallum
Dugni hevur næmingar á tveimum pallum, sum nýggi stjórin tekur til.
- Við Áir kanst tú ganga til fyrireiking til fólkaskúlan og síðan taka 9. floksprógv. Tað eru summi, sum hava brúk fyri báðum.
Elin Ludvig vísir á, at síðan hevur Dugni eisini næmingar á verkskúlum, sum eitt nú her á Sandvíkarhjalla, Kambsdali, Klaksvík og Tvøroyri.
Á verkstøðunum eru bæði nærmingar og arbeiðsfólk. Talan eru um fólk í vanliga arbeiðsføra aldrinum, frá 18 ár til fólkapensjónsaldur.
Stjórin sigur, at tey á Dugna skilja hesar næmingar sundur í tað, tey rópa arbeiðsfólk, sum eru fyritíðarpensjónistar og næmingar, sum eru undir einari arbeiðsútbúgving, og hetta er tað, tey rópa verkskúli.
- Hetta er eitt tiltak, har arbeitt verður við at menna arbeiðsførleikarnar hjá fólki við ymiskum avbjóðingum.
Elin Ludvig vísir á, at dømir eru um ungar næmingar, ið høvdu trupult við at møta fólki, tá tey byrjaðu sína arbeiðsútbúgving hjá Dugna, men sum eftir stuttari tíð tóku ímóti viðskiftafólkum, sum eitt nú vitja Tinghúsið.
- Hugt verður eftir, hvørjir arbeiðsførleikarnir eru hjá næmingunum, og málið við útbúgvingartiltakinum er at menna hesi fólk til at fara út aftur á arbeiðsmarknaðin.
Stjórin vísir á, at tætta samstarvið, sum Dugni hevur við Almannaverkið, hevur við sær, at Almannaverkið líka sum bíleggur eina uppgávu, sum verkskúlin síðan tekur sær av.
- Tað hevur eisini stóran týdning fyri hesi fólk – bæði yngru næmingarnar og arbeiðsfólk – at tey ikki sita heima, men eru úti millum onnur og loysa uppgávur og avbjóðingar saman, sigur hon.
Tryggir karmar
Elin Ludvig vísir á, at á Dugna eru nógv dømir um næmingar, sum eru farnir út aftur í lívið og hava klárað seg væl, og tað eru eisini fleiri dømir um næmingar, sum hava tikið 9. floksprógv við Áir, sum seinni hava fingið bæði lærupláss og arbeiði.
- Vit royna at líkjast føroyska arbeiðsmarknaðinum, har næmingarnir undir tryggum kørmum og umstøðum kunnu mennast við tí endamáli at fara út aftur á arbeiðsmarknaðin.
Dugni hevur eisini sínar sølubúðir kring landið, har sølubúðin á Sandvíkarhjalla er hin størsta.
- Sølubúðirnar verða væl vitjaðar, og tað er ikki óvanligt at síggja, at fólk standa í bíðirøð, tá latið verður upp her í Tinghúsinum á Sandvíkarhjalla, sigur nýggi stjórin í Dugna.
Vit kunnu leggja aftrat, at næsta ár hevur Dugni sjeyti ár á baki.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##



















