Ein rimmar føroyingauppgerð og toppdystur er júst leiktur í týsku bundesliguni.
Í Max Schmelling høllini í Berlin eydnaðist tað Hákuni West av Teigum og liðfeløgunum í Füchse Berlin at vinna 32-29 á Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgum hansara í THW Kiel. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 16-14.
Føroyingarnir skutu heili 17 mál í dag. Hákun skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir, og Elias var stórskjútti. Hann skoraði 12 mál upp á 19 málroyndir, umframt at leggja upp til fýra mál.
Füchse Berlin er triðfremst í deildini við 18 stigum, og Kiel er nummar fýra við sama stigatali. Fremst er Flensburg-Handewitt við 20 stigum.
Komandi hóskvøld 19.45 spæla Hákun og liðfelagarnir heimadyst í Champions League, tá Sporting úr Portugal kemur á vitjan.
Týsdagin klokkan 17.45 spælir Kiel dyst á heimavølli í EHF European League. Sveisiska liðið, Bern kemur á vitjan í Wonderino høllini í Kiel.











