Í Max Schmelling høllini í Berlin eydnaðist tað ígjár Hákuni West av Teigum og liðfeløgunum í Füchse Berlin at vinna 32-29 á Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgum hansara í THW Kiel í dysti í bundesliguni. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 16-14.
Føroyingarnir skutu heili 17 mál í dystinum. Hákun skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir, og Elias var stórskjútti. Hann skoraði 12 mál upp á 19 málroyndir, umframt at leggja upp til fýra mál.
HER ber til frá DYN Handball at síggja ein samandrátt frá dystinum:
##med2##










