Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í morgun var nakað av fólki í býnum í nátt, men sum skilst spældi alt rímiliga friðarliga av.
- Vit vóru til steðar í býnum, og vit sissaðu onkran, sum var við at vinda seg eitt sindur upp.
Løgreglan sigur, at tey í nátt kannaðu nøkur skeinkistøð og nakrar bilførarar fyri møguliga rúsdrekkakoyring - eisini í Suðuroy.
Men, eingi mál vórðu skrivað, so her spældi alt so deiliga væl av.
- Tað hevur verið nakað av ófriði við prutlum í Havn, og her vóru vit í holt við eitt átak, har løgreglan koyrdi nakað runt.
Vaktleiðarin sigur, at tá okkurt annað mál í nátt gjørdist meira átrokandi, góvust tey við prutl-átakinum í høvuðsstaðnum.
Men, fingu tit so fatur í nøkrum prutli?
- Nei, tað fingu vit ikki - ikki í nátt, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Sum skilst, hevur hetta vikuskiftið ikki verið eitt av teimum ófriðarligastu og truplu hjá løgregluni at hava við at gera.
Lesið eisini -
Níggju fólk í ferðsluóhappi á Velbastaðhálsi - https://www.in.fo/news-detail/niggju-folk-i-ferdsluohappi-a-velbastadhalsi











