Liðið hjá Áslu endaði á einum níggjunda plássi

Piteå tapti fyri meistarunum í seinasta leikumfarinum

Mynd: Göteborgsposten

Landsliðsskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå spældu í dag 26. og seinasta dystin í bestu svensku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Dysturin var leiktur á Bravida leikvøllunum í Göteborg móti nýklaktu meistarunum, BK Häcken sum hevur havt Jóhonnu Fossdalsá Sørensen uttanfyri við krossbandsskaða.

 

Piteå beit væl frá sær móti meistarunum, og tapti bert 1-0. Häcken skoraði ikki sigursmálið fyrrenn í 89. minutti.

 

Piteå endaði á einum níggjunda plássi við 31 stigum.

 

Ásla hevur fingið fulla spælitíð teir síðstu mongu dystirnar. Hon fekk spælitíð í øllum 26 dystunum, og skoraði tvey mál og legði upp til trý mál í júst lidna kappingarárinum.

 

Mynd: Göteborgsposten