Fyri átta døgum síðani taptu Pernille Brandenborg í bólki A í dysti á útivølli í Champions League heili 23-40 (11-21) fyri ungarska stórliðnum, Györ.
Í dag hittust liðini aftur í OBOS høllini í Hamar. Tað gekk illa í hond hjá Storhamar í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Györ á odda 18-10. Tað eydnaðist tó Storhamar at steðga bløðingini í seinna hálvleiki. Pernille og liðfelagarnir vunnu seinna hálvleik 15-14, og endaði tað við einum 32-25 sigri til Györ.
Pernille skoraði trý mál í dag. Við hesum báðum dystunum móti Györ hevur hon fingið góða sparring undan HM-endaspælinum í Trier í Týsklandi.
Storhamar er nummar seks í bólki A við fýra stigum fyri átta dystir. Györ hevur fult stigatal, 16 stig fyri átta dystir.
Storhamar spælir dyst aftur 20. desember. Tá kemur Fjellhammer á vitjan í OBOS-høllini í Hamar.











