Føroyar brúktar sum umskipanarhavn til ólógligar vørur

– Tað kann ikki útilokast, at Føroyar verða brúktar sum umskipanarhavn hjá russum til ólógligar sanktióneraðar vørur, og at eftirlitið við russiskum skipum og manningum tí eigur at verða munandi styrkt.

Tað sigur Jenis av Rana í sínum minnilutaáliti í uttanlanndsnevndini í sambandi við málið um at loyva landsstýrinum at revsa tvey russisk reiðarí, eins og ES og Noreg hava gjørt.

 

Í minnilutanum skrivar Jenis av Rana soleiðis:

 

»Ein annar minniluti (Jenis av Rana) tekur í stóran mun undir við teimum viðmerkingum, sum meirilutin hevur og tekur undir við broytingaruppskoti meirilutans.

 

Hesin minnilutin skal gera vart við, at tað eftir viðgerðina av málinum og eftir at hava havt fundir við viðkomandi aktørar, stendur minnilutanum greitt, at ikki kann útilokast, at Føroyar verða brúktar sum umskipanarhavn til ólógligar sanktióneraðar vørur, og at eftirlitið við russiskum skipum og manningum tí eigur at verða munandi styrkt. Hetta kann lætt og einfalt gerast við at avmarka atkomu til at fevna um eina, kanska tvær, bryggjur í Føroyum, ístaðin fyri fleiri, og at syrgja fyri, at atløgubryggjan er innibyrgd, og at manningin ikki sleppur av havnalagnum. Somuleiðis kann heldur ikki, við núverandi avmarkaðu eftirlitsførleikum, útilokast, at skipini, sum hava loyvi at fiska við Føroyar, fremja brot á lógina ella fiskivinnuavtaluna.

 

Við hesum viðmerkingum tekur hesin minnilutin undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.«

 

Álitið kann lesast her