Boas Ellefsen á Skipagøtu legði hart út í EM-endaspælinum fyri U18-manslandslið í Serbia.
Ígjár vunnu Føroyar 38-31 (17-16) á Finnlandi í innleiðandi bólki F. Boas skoraði 13 mál, og legði upp til nógv onnur mál.
Avrikið hevur vakt ans í landinum, har stóribeiggin, Elias og systkinabarnið, Óli Mittún gjørdu nógv vart við seg, nevnliga í Svøríki, har teir spældu við Göteborgs-liðnum, Sävehof.
Stóri svenski ítróttarmiðilin, Handbollskanalen hevur yvirskriftina: "Skipagøtus lillebror briljerarde i öppningsmatcen" (Lítlibeiggin hjá Skipagøtu var framúr í setanardystinum).
Handbollskanalen skrivar, at Føroyar hava í altjóða hondbólti skotið seg uppfrá sum ein rakett, og havi bæði í vaksna- og ungdómshondbólti megnað at kappast við stórar hondbóltstjóðir.
Og nú halda tey í Handbollskanalen, at tann næsti føroyski spælskiparin er klárur at taka tann evropeiska pallin. Og tað er eingin minni enn lítlibeiggin hjá Eliasi, bert 16 ára gamli Boas Ellefsen á Skipagøtu. Við 13 málum og einum spæli, ið minnir um tað hjá stórabeiggjanum stýrir hann álopsspælinum við bæði góðsku og "finessu", sum miðilin málber seg.
Enn hava H71 og Sävehof ikki meldað nakað út alment um nakað skiftið. Men havandi í huga góðu tíðina í Partille, og royndirnar hjá bæði Eliasi og Óla, so hevði Sävehof verið ein rættiliga uppløgd fyrsta støð uttanlands á yrkisleiðini hjá Boasi. Livst so spyrst.
##med2##
##med3##













