ÍBV var tvær ferðir aftanfyri men megnaði javnleik

Liðið hjá Ara í Haraldsstovu Petersen er í topp 6 í løtuni

Fyri ellintu ferð vardi Ari í Haraldsstovu Petersen málið hjá ÍBV í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Á heimavølli á Hásteinnsvøllinum í Heimey eydnaðist tað ÍBV, hóast mótstøðulið, KA var á odda tvær ferðir at knógva javnleik 2-2.

 

Níggju minuttir undan steðginum legði KA seg á odda 1-0. Í 68. minutti javnaði Omar Sowe til 1-1. Men tað gingu bert fimm minuttir, so var KA aftur á odda. Omar Sowe fekk reyða kortið fýra minuttir seinni, og so byrjaði at síggja torført út hjá ÍBV. Men Vicente Rafael Valor Martínez tryggjaði ÍBV við einum brotssparksmáli stutt undan dystarloki.

 

Ari hevði nakrar bjargingar í dystinum, og hann fær frá Soccerstand karakterin 6,1 (av 10 møguligum).

 

ÍBV er í løtuni á gylta sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl. ÍBV hevur 16 stig á sætta plássinum. Keflavík hevur eisini 16 stig, meðan Stjarnan og Akranes hava 15 stig hvør, so kapprenningin er hørð.

 

Mánakvøldið 27. juli klokkan 19 hevur ÍBV dyst á útivølli móti Breiðablik í Kópavogi.