ÍF í Gundadali við sjálvsáliti

Tríggir av lyklaspælarunum hjá B36 eru skaddir og tískil ikki við í dag

Tað ljóðar ræðandi hjá fuglfirðingum, at teir í fyrsta umfari í dag skulu spæla í Gundadali ímóti meistarunum í B36. Men tað hava Jógvan Martin Olsen og hansara menn einki ímóti:

-Vit hava einki at tapa og alt at vinna. Vit ræðast ongan, men sjálvandi hava vit stóra virðing fyri B36, sum er lítið broytt, síðani FM varð vunnið fyri nøkrum mánað síðani, sigur nýggi ÍF venjarin Jógvan Martin Olsen.

Ætlanin hevur verið, at Poul Nolsøe Mikkelsen og Jan Ó. Ellingsgaard skulu manna miðverjuna. Orsaka av skaðum hava teir ikki verið við í fleiri venjingardystum. Nú er Jan tøkur, meðan Poul framvegis er skaddur.

 

Setningurin hjá Eyðuni Klakstein og hansara monnum í B36 er at vinna FM triðja árið á rað.

-Tað sigur seg sjálvt, at B36 verður ikki meistari á hvørjum ári. Vit halda okkum hava eitt gott lið, og vit vita, at tað er neyðugt at vinna heimadystirnar. Tað skal miðvíst arbeiði til, tí mótstøðuliðini leggja í Gundadali stóran dent á verjupartin, og ÍF eigur fínar álopsspælarar, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein.

Tá ið FM varð vunnið bæði í fjør og í fyrraárið var Hanus Thorleifsson ein av lyklaspælarunum. Hann verður ikki við í dag. Orsøkin er, at hann varð skaddur undir venjing hóskvøldið og tískil ikki er førur fyri at spæla ídag. Jákup á Borg og Høgni Eysturoy eru heldur ikki tøkir orsaka av skaðum.