Ike fær ikki sáttmála

Um vikuskiftið skrivaði Portalurin, at fleiri nýggj nøvn vóru í hópinum hjá 07 Vestur, sum nú av álvara er farin undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár.

Ein teirra var Ikechukwu Onyema ? vanliga róptur Ike ? sum áður hevur roynt seg í NSÍ og AB. Vit skilja, at hann ikki hevði evnini, sum felagið sóknaðist eftir, og tí verður nigerianski framherjin neyvan partur av hópinum hjá 07 Vestur í 2009.

Tað skrivar heimasíðan soccerandequipment.com.