IKEA rindar risaendugjald fyri deyð børn

Børnini doyðu, tá kommodur hjá IKEA duttu niður yvir tey.

Trý børn í USA doyðu, eftir at kommodur hjá IKEA, av slagnum Malm, duttu niður yvir tey. Fyrsta deyðsfallið hendi í februar 2014, tað næsta í apríl 2014 og tað seinasta í februar 2016.

 

Familjurnar hjá børnunum hava kravt svensku møblafyritøkuni eftir endurgjaldi, og nú hevur IKEA avgjørt at rinda familjunum endurgjald, áðrenn málið verður viðgjørt í rættinum. Tær tríggjar famlijurnar fáa 356 milliónir krónur, 50 milliónir dollarar, í endurgjaldi. Sakførarin hjá familjunum sigur, at peningurin verður býttur javnt millum tær tríggjar familjurnar.

 

IKEA valdi at kalla 29 milliónir kommodur aftur av amerikanska marknaðinum og fer at gevast at selja kommoduna. Í Norðurlondum er hon tó enn til sølu og sambært TV2 hevur IKEA ongar ætlanir um at taka hana av hillunum, tí hon lýkur galdandi treytir. 

 

Umframt endurgjaldið til familjurnar, gevur IKEA 356.000 krónur til trý barnasjúkrahús umframt 712.000 krónur til Shane's foundation, ein felagsskapur, ið virkar fyri at kunna um vandan av møblum, ið kunnu koppa oman yvir børn.

 

Hagtøl í USA vísa, at aðru hvørja viku doyggja børn, av tí at møblar detta oman yvir tey. Triðja hvønn tíma verða børn skadd av møblum, sum detta ella leidningum, sum sløðast.